20 grundøkir tøk við Lýðarsveg

Tey fyrstu sethúsini verða nú bygd í nýggju útstykkingini hjá Nes kommunu við Lýðarsveg á Toftum. Símun Johannesen, borgarstjóri, sigur, at kommunan í hesi útstykking, sum er hin nýggjasta á Toftum, hevur byggibúgvið 24 grundøki, harav tey fyrstu 3 til 4 eru seld.

- Fleiri grundøki við Lýðarsveg vóru umbiðin, men nú tíðirnar broyttust so nógv, eru fleiri, sum ætlaðu sær at byggja, lopin frá.

Borgarstjórin sigur, at aðrastaðni í Nes kommunu standa sethús í gerð, men hann ásannar, at áhugin fyri at byggja er nógv minkaður við teirri afturgongd, sum hevur verið í samfelagnum í seinastuni.

Símun Johannesen sigur, at kommunan í løtuni hevur eini 30 til 35 grundøki, sum eru til sølu. Av hesum eru umleið 20 við Lýðarsveg, og tey standa púra klár at byggja á. Nøkur eru eisini eftir við Gaddaveg, sum eisini er ein lutfalsliga nýggj útstykking.

Borgarstjórin sigur, at nýggju grundøkini við Lýðarsveg verða seld fyri slakar 300.000 krónur, og tá er klárt at seta formarnar á lendið.

Símun Johannesen sigur seg onga løtu ivast í, at eftirspurningurin eftir grundøkjum í Nes kommunu fer at veksa aftur, tá avtalan millum landsstýrið og P/F Skálafjarðartunnilin um nýtt samband millum Skálafjørðin og Suðurstreym er komin undir land.