Tá gøtumenn í kvøld renna inn á grasvøllin á Svangaskarði er tað fimta ferðin, at teir fara undir stóra takið at spæla í Europa Cup. Higartil hevur tað ongantíð eydnast at koma víðari úr innleiðandi umfarinum, og tað er einki at ivast í, at uppgávan hesa ferð er fram ímóti at vera eins stór, sum hon var í fjør, tá Glasgow Rangers var mótstøðuliðið.
Í Gøtu hava teir fyrireikað seg so væl, sum tað ber til hjá amatørum at gera. Ikki soleiðis at skilja, at teir ? burtursæð frá at teir vóru á grasinum á Svangaskarði mánakvøldið og týskvøldið ? hava gjørt serligar fyrireikingar til altjóða luttøkuna, men heldur soleiðis, at teir taka hetta sum eina stóra eyka avbjóðing, sum teir høvdu í huganum, tá teir í summar vóru í Danmark og fyrireikaðu seg til seinnapartin av landskappingini.
Í gjár hevði GÍ frí frá venjing, og í dag møta teir í Runavík á dmiddegi, og so verður hvíld og taktikfundur á skránni, áðrenn teir fara á Svangaskarð, har dysturin verður í kvøld klokkan 19.
Tað er altíð áhugavert at spæla altjóða fótbólt, men hetta er ikki nakað nýtt fyri GÍ spælararnar. Einastu spælararnir, sum ikki hava roynt seg í Europa Cup, eru Svenn Olsen, sum var á beinkinum báðu ferðirnar í fjør, nývaldi landsliðsmálverjin Sunvard Joensen og Súni Olsen. Men teir báðir síðstnevndu hava áður spælt á unglingalandsliðunum. Sunvard Joensen var málverji á U-18 landsliðnum, sum í oktober 1994 spældi tveir dystir í EM undankapping í Týskalandi, og í 1993 var hann á U-16 landsliðnum, sum spældi NM kapping á heimavølli í Gundadali. Súni Olsen var á U-16 landsliðnum, sum í 1996 var við í NM í Noregi og í EM undankapping í Íslandi, og í fjør spældi hann ikki færri enn tólv dystir fyri U-16 landsliðið.
Men hóast hesar royndirnar á unglingalandsliðunum, so er tað nakað heilt annað, teir báðir ungu menninir fara at vera partur av í kvøld. Og tá kemur tað væl við at hinir spælararnir á liðnum vita, hvat tað snýr seg um.
Allir gøtumenninir eru væl fyri til stríðið í kvøld, og tað er sjáldsamt, hvussu nógvir spælarar hava verið við øll fimm árini, sum GÍ hevur tikið lut í Europa Cup.
Gongdin higartil
Fyrsta ferðin GÍ var við í Europa Cup var í 1994, tá svenska liðið Trelleborg vann 1-0 á Svangaskarði og 3-2 á heimavølli.
Í 1995 var Raith Rovers úr Skotlandi mótstøðuliðið. Stórur fjáltur var á gøtumonnum í Skotlandi, har teir taptu 4-0. Á Svangaskarði gekk hópin betur. Úrslitið var 2-2, og hetta er framvegis einasta stigið, sum GÍ hevur fingið burturúr Europa Cup.
Í fyrraárið var setningurin at koma víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum, men tað miseydnaðist. 3-1 tapið á útivølli ímóti FC Jazz úr Finnlandi varð mett at vera óneyðuga stórt, og á heimavølli var tað svørt óeydna, at GÍ tapti 1-0. Teir høvdu fleiri stórar málmøguleikar.
Lutakastið í fjør segði frá, at tað fór ikki at bera til at sleppa víðari. Glasgow Rangers og Brian Laudrup (sum heilt skjótt noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur) vunnu 5-0 á Toftum og 6-0 í Glasgow.
Tveir alla tíðina
Í teimum átta Europa Cup dystunum higartil hava tveir spælarar spælt allar 720 minuttirnar. Teir eru Jens Martin Knudsen og Janus Rasmussen. Tað er longu nú greitt, at tá luttøkan í ár verður lokin, verður tað eingin GÍ spælari, sum hevur spælt alla tíðina í øllum Europa Cup dystunum, tí hvørki Jens Martin Knudsen ella Janus Rasmussen verða við í ár.
Men tað eru framvegis nógvir spælarar, sum hava verið við so at siga hvørja ferð, og tað verður ikki minst teirra lutur, sum fer at gera av, hvussu GÍ fer at standa seg í kvøld.
20 á listanum
Íalt hava tjúgu spælarar umboðað GÍ í Europa Cup. Í klombrum er talið á minuttum, sum teir hava verið á vøllinum:
8 dystir: Jens Martin Knudsen og Janus Rasmussen (720). Símun Petur Justinussen og Henning Jarnskor (716), Rúni Justinussen (701) og Pauli Jarnskor (499).
7 dystir: Jóan Petur Olsen (622)
6 dystir John Petersen (540), Magni Jarnskor (531), Pól Ennigarð (340), Heini Heinason (121).
5 dystir: Sámal Joensen (450), Erland Tvørfoss (293).
4 dystir: Alvi Justinussen (360).
3 dystir: Agnar Højgaard (195).
2 dystir: Øssur Hansen (180), Tummas Magnussen (81), og Petur Páll Mikkelsen (8).
1 dyst: Magni Jacobsen (31), Bárður Heinason (6).
Johan Nielsen og Páll Guðlaugsson hava havt ábyrgdina í fýra dystum í part.
GÍ hevur fingið fimm mál í Europa Cup higartil. Henning Jarnskor hevur skorað tvey, Magni Jarnskor hevur skorað tvey og Heini Heinason hevur gjørt eitt mál.