Sunnukvøldið fór ein persónbilur av vegnum stutt uttanfyri Kollafjarðartunnilin Kaldbaksmegin. Tvey fólk vóru í bilinum, og 19 ára gamli førarin breyt armin, meðan hitt ferðafólki slapp við smærri snuddum.
Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at bilurin fór 20 metrar í leysari luft av vegnum og hann rullaði aðrar 150 metrar, áðrenn hann steðgaði í eini á. Orsøkin til óhappið var helst ov nógv ferð og at vegurin var vátur.
Annars hevur verið stak friðarligt í høvuðstaðnum um vikuskiftið.
-páll