Sambært samansettum tølum av heimasíðuni hjá Strandferðsluni hendi eitt rættuligt ferðslulop á Kalsoyarleiðini í 2019 í mun til 2018.
Tað er eitt stórt lop í mun til tey tvey undanfarnu árini, tá ið vøksturin bara var 1,6%.
##med2##
##med3##
– Orsøkin at fleiri nýttu bussin er uttan iva tann, at 1. mai 2019 byrjaði bussleiðin at koyra til og frá hvørjum vanligum túri hjá SAM á Syðradali, sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy.
– Orsøkin til ferðslulopið umborð á SAM við ferðafólki og bilum er torfør at meta um. Uttan iva er tað serliga økta talið á ferðafólk í Føroyum, sum eisini vitja Kalsoynna, sigur hann.
Annars vísa tølini í prosentum millum 2014 og fylgjandi ár hetta:
##med4##
– Ruðuleikin av økta bilatalinum er og verður partvís bøttur uppá við nýggjum stórum parkeringsplássum í Mikladali og á Trøllanesi. Men ein kann tálma enn meira øking við at útbyggja bussleiðina og við eisini at gera túrar millum bygdir uttanum túrar hjá SAM, sigur Olivur Thomsen.
Nýggjur bussur kemur í oynna 1. mai 2020. Núverandi bussur tekur 19 fólk, meðan nýggi bussurin fer at taka 25 fólk.
Eisini kann ein javna ferðafólkatalið yvir vikuna, við tað at SAM fór at sigla týsdag og hósdag klokkan 10, sum hann ger allar aðrar dagar í vikuni.
– 2. apríl 2020 verður frumframsýning av nýggjum James Bond filmi í Havnar Bio. Fer ein tá at síggja fleiri brot frá Kallinum, so fer ein uttan iva at síggja nógv ferðafólk á Kallinum, sum bara koma av hesi orsøk, sigur Olivur Thomsen.