20. Sangskeiðið hjá Heimamissiónini

Aftur í ár verður høvi hjá sangglaðum fólki at koma saman at syngja norðuri í Nesvík, har Sangskeið verður hildið í heystfrítíðini. Tað er Heimamissiónin, ið skipar fyri. Í ár verður tað norðmaðurin, Kjell Valle, ið fer at leiða felagskórið. Sjálvur er hann vanur at fáast við størri kórtiltøk í Noregi. Seinasta freist at tekna seg er 28. september.

Sangskeiðini hjá Heimamissiónini er eitt sera vælumtókt tiltak, har sangglað fólk møtast aftur og aftur at syngja Gudi lov. Tað hava altíð verið dugnaligir útlendingar, ið hava leitt felagskórið. Sama verður í ár, har norðmaðurin, Kjell Valle, kemur at leiða kórið.

Hann kemur at venja 15 sangir tilsamans við kórinum. Tiltakið endar við konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin, har 2 konsertir vera hildnar.

Umframt at syngja so vera eisini áhugatímar á skránni m.a. at læra at syngja, læra nótar, at lurta eftir tónleiki og viðgera hann v.m.

Fyri at hjálpa barnafamiljum at luttaka, so verður eisini hesa ferð barnaansing á skránni.

Tá ið hetta er 20. sangskeiðið, so verður gjørt nakað burturúr. M. a. fer kórið at syngja nakrar av teimum ?góðu gomlu? sangunum aftur frá farnum sangskeiðum.

Seinasta freist at tekna seg til er 28. september; aftaná tað mugu fólk rinda nakað eyka.