Cristiano Ronaldo og Manchester United fara nú undir samráðingar um nýggjan sáttmála til portugisan, sum í løtuni verður roknaður sum heimsins besti spælari. Sambært enskum miðlu, so er kravið hjá Ronaldo, at hann skal hava 1,5 milliónir krónur um vikuna, um hann skal halda fram í felagnum. – Tað er vanligt, at sáttmálin hjá einum spælara endurspeglar avrik hansara. Vit skulu tosa við Manchester United, men enn er ein fundur ikki ásettur, sigur umboðsmaðurin hjá Ronaldo við SkySports.