200 næmingar leiktu 50 dystir mikudagin

Mikudagin leiktu 9. og 10. flokkar sítt umfar í Skúlafótbóltskappingini í Marghøllini í Vági.

Skúlaárið í ár hevur havt spennandi tilboð við sær til føroyskar skúlanæmingar, og sera nógvir skúlar eru luttakarar í Skúlafótbóltskappingini, sum nú nærkast finaluni.

 

 

Mikudagin var aftur Skúlafótbóltur á skránni í Marghøllini í Vági, hesaferð var tað umfarið hjá 9. flokkunum og 10. flokkunum. Tilsamans komu fleiri enn 200 næmingar til Skúlafótbólt mikudagin. Og tey 17 liðini  spældu fleiri enn 50 dystir.

 

 

Skúlafótbóltur er eitt av nýggju spennandi tiltøkunum í Vági, sum verður skipað í samstarvi við BankNordik og Fótbóltssamband Føroya. Umframt fótbólt, so bjóðar Skúlafótbóltur eisini næmingum at svimja í Páls Høll og at royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.

 

Stóri finaludagurin í Skúlafótbólti verður 2. mai, og tá leggja væntandi eini 500 føroyskir skúlanæmingar leiðina í Marghøllina í Vági, veit Suðurrás at siga.