Í kvøld, fríggjakvøldið, verður konsert við rebelska bólkinum 200 á Christiania í danska høvuðsstaðnum.
Punkarnir úr Havn eru nú aktivir við fimtu útgávuni, ið ber heitið Vendetta, sum hevur fingið góð ummæli í Føroyum og í Danmark.
Umframt 200 spæla eisini donsku rokkbólkarnir Ocama og The Sheens. Hesir báðir bólkarnir hita upp, áðrenn føroysku 200 buldra avstað aftan á midnátt. Aftrat hesum diskar Knút Háberg Eysturstein.
Tiltakið á Loppen, sum spælistaðið eitur, byrjar longu klokkan 21.00, tá filmurin, sum Sakaris Fríði Stórá gjørdi í samband við innspælingina av Vendetta, verður vístur.
Sum við so mongum øðrum tiltøkum við føroyskari luttøku í Keypmannahavn, er tað FO Invasion við Edmund S. Jacobsen, sum er fyriskipari av tiltakinum. Edmund upplýsir, at umleið 400 fólk rúmast í Loppen og at Rás2 fer at tosa við seg um tiltakið í morgun. Tað verður klokkan 9.30 føroyska tíð.
Sí annars sjónbandabrot niðanfyri, har nakrir 200-fjepparar hava latið danska stoltleikan, lítlu havfrúnna á Langelinie, í Merkið, Dannebrog og eina 200-blusu.
Meira um konsertina á www.facebook.com
Mynd: Brot úr plakatuni, sum hongur kring Keypmannahavn.