Tað tók neyvan nakran av bóli, tá 200 í januar fekk Planetina fyri besta bólk á Planet Awards. Við fløguni Viva La Republica, konsertum úti og heima og lagnum Muslemanblað, sum dominerandi megi á 15 tær bestu. Var 200 stórfavorittur at vinna heiðurin. Tað høvdu neyvan heldur verið nógv, ið høvdu mótmælt, um Viva La Republica hevði fingið Planetina fyri bestu fløgu í 2005.
200 fór við fløguni frá at vera ein undirgrundspunkbólkur til at vera ein av best umtóktu føroysku bólkunum, og fløgan varð fylgd upp av nógvum og góðum konsertum kring alt landið og ja, alt Kongaríkið og Ísland.
2006 varð árið, tá umheimurin veruliga lat eyguni upp fyri 200. Bólkurin fekk samband við eitt stórt danskt bookingfelag, ið gav bólkinum konsertir á Spot Festivalinum og Roskilde Festivalinum. Serliga konsertin á Roskilde Festivalinum var væleydnað. Hetta hevði m.a. við sær, at festivalurin sendi fólk á konsertina hjá 200 á Útnorður tónleikafestivalinum í Hal D í Keypmannahavn í vetur. Henda konsertin fekk avbera góð ummæli og tí er møguleiki fyri, at bólkurin aftur fer á pall í Roskilde komandi ár.
Í ár hevur bólkurin givið fløguna Graceland út. Fløgan er ikki líka lurtaravinarlig sum Viva La Republica, men hevur eitt nógv meira altjóða ljóð. Hetta hevur havt við sær, at bólkurin í nógv minnið mun verður spældur í føroyskum útvarpi og á 15 teimum bestu eru úrslitini munandi lakari. Men á konsertum er bólkurin enn væl umtóktur. 200 var eitt av høvuðsnøvnunum á G!Festivalinum og á Nýggjárskonsertini fer 200 aftur á pall.