Føroyaprent var fríggjadagin og plantað trø til gagns fyri náttúruna og nærumhvørvið hjá bæði børnum og vaksnum. Trøini vórðu sett niður í einum øki, sum verður rópt »í Kráargerði í Hvalvík. Bæði skúlanæmingar, lærarar, barnagarðsbørn, pedagogar og onnur í Hvalvík, komu fegin og hugagóð til hjálpar.
Tað sigur Føroyaprent í tiðindaskrivi.
Økið, sum er umleið 1000 fermetrar stórt, er nú heilt liðugt, við bæði grillplássi, gøtum, brúgv um ánna, spælihyli og nú 200 trøum og runnum, sum settu krúnuna á verkið. Tað eru bygdarfólkini, sum sjálvi hava skapt hetta uttandura felagsøki. Eitt megnaravrik, sum Føroyaprent fegnast um at kunna fríðka enn meira, við vøkrum trøum og runnum, siga tey á Føroyaprenti.
Føroyaprent hevur nú plantað 1950 trø ymsastaðni í Føroyum, og er tað sostatt bara 50 trø frá málinum, prentsmiðjan setti sær. Orsøkin til, at Føroyaprent fór at planta trø, var tí umhvørvisráðið hjá ST heitti á øll heimsins lond um at planta fleiri trø, og at brúka størri nøgd av vørum frá burðardyggum skógbrúki og minni av skaðiligum og evnafrøðiliga framleiddum vørum. Trøini binda CO2 meðan tey vaksa, og eru tí ein natúrlig goymsla av CO2, sum kann vaksa við nýtsluni. Tey skapa stór samfelagsvirði, sum ikki eru til ampa fyri fólk og umhvørvi, umframt at tey skapa lívd, gleði og náttúru margfeldi, har tey eru.
Les um heimsins vaksandi skógir, trø og pappír:
www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html <http://www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html>
www.tryksag.dk <http://www.tryksag.dk/>
www.foroyaprent.fo <http://www.foroyaprent.fo/>