2003 er ár teirra brekaðu

Føroya Landsstýri hevur gjørt av, at ár 2003 skal vera ár teirra brekaðu. Settur er ein stýrisbólkur, sum kemur at skipa fyri tiltøkum ígjøgnum árið, og skal hetta vera við til at varpa ljós á støðuna hjá brekaðum

Viðurskiftini hjá teimum brekaðu verða sett á dagsskránna í ár. Hetta hevur Føroya Landsstýri avgjørt. Settur er ein stýrisbólkur, sum skal skipa fyri tiltøkum ígjøgnum árið, og verður eisini pláss til einstaklingar ella feløg at koma við uppskotum til tiltøk.
? Hetta skal vera við til at varpa ljós á støðuna hjá teimum brekaðu, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum.
? Vit skulu royna at fáa arbeiðsmarknaðin betri skipaðan, og um eg so má siga, at røkja sínar skyldur. Tey brekaðu skulu ikki verða eitt hjól fyri seg, men skulu vera við í tí samlaða samfelagshjólinum.
Við í stýrisbólkinum, eru umboð fyri ymsar bólkar í samfelagnum. Umboð fyri MBF, Vinnuhúsið, Landsverksfrøðingin, Almannaráðið, Ráð teirra brekaðu og arbeiðararnar eru við í bólkinum.
? Okkara fyrsta ætlan er at fara út at ferðast kring landið. Hetta fyri at skapa áhuga og fyri at geva átakinum gætur, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum umboðar Almannaráðið.
? Viðurskifti, atkomumøgleikar og annað verður sett undir lupp, og tað, at fólk við breki ikki kunnu ferðast, tí møguleikarnir eru avmarkaðir.
Tað verður í mei, at stýrisbólkurin fer út kring oyggjarnar á eina, sum kanska kann kallast eina kunningarferð.

Ráðstevna

Fyribils ætlanirnar eru síðani at skipa fyri eini ráðstevnu seinni í heyst. Ráðstevnan kemur at viðgera livikor teirra brekaðu, og skal hon skipast undir so breiðum samstarvi sum møguligt. Og í desember verður skipað fyri einum pallborðsfundi.
? Vit fara at gera eina 10 ára ætlan yvir, hvat skal henda. Vit vilja hava eina skipaðan politikk og eitt úrslit, greiðir Kristianna Winther Poulsen frá.
Stuðulin kemur frá landsstýrismanninum í almannamálum. Einstaklingar ella feløg, ið hava hug til at skipa fyri onkrum í sambandi við ár teirra brekaðu kunnu seta seg í samband við stýrisbólkin, sum síðani viðmælir landsstýrismanninum, Páll á Reynatúgvu, at veita stuðul.
? Viðurskiftini hjá teimum brekaðu skulu inn á aðrar gøtur at ganga á. Tað nýtist ikki at vera tann formaliseraði parturin av einum felagið, sum skipar fyri tiltøkum, men fólk, sum tú og eg, sigur Páll á Reynatúgvu.
1981 var ST-ár teirra brekaðu, og var hetta eisini í Føroyum. Eisini tá varð gjørd ein tíggjuáraætlan, har limirnir í stýrisbólkinum í dag kunnu peika á úrslit, sum eru komin burturúr.
? Fyrr vóru tey brekaðu ikki ein partur av samfelagnum. Tað eru tey í dag. Tey vóru ikki sjónlig fyrr, men tað eru tey nú. Og tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til. Til dømis tá hugsað verður um atkomiligheit. Um ætlanirnar verða tilrættislagdar á rættan hátt, so nýtist tað ikki at koma at kosta nakað eyka, tí tað skal vera grundarlagið undir ætlanunum av fyrstan tíð, sigur Marjun Sigurðardóttir, formaður í MBF, sum í stýrisbólkinum umboðar felagið.
Í dag er tað náttúrligt at tosa um tey brekaðu. Og eisini í fjølmiðlunum er tað nú nakað, sum er púra vanligt.
Til tiltøk og upplýsing eru játtaðar 300.000 krónur. Harumframt kemur kostnaðurin av ráðstevnuni afturat.

Óbrúkt tilfeingi

Umboðið fyri arbeiðsgevararnar, Malan Johansen, úr Vinnuhúsinum, sigur, at tað er tørvur á fleiri fólki á armbeiðsmarknaðinum, og har eru tey brekaðu eitt tilfeingi, sum ikki er fult útnyttað.
Tommy Petersen, sum umboðar Ráð teirra brekaðu, í stýrisbólkinum, sigur, at við tað, at ein betrar um viðurskifti fyri brekað, so betrar ein eisini um viðurskiftini hjá teimum, sum ikki hava brek.
? Hetta er nakað, sum kann vera til gagns fyri okkum øll. Kanska ikki í dag, men næstan øll fáa smærri brek við aldrinum, og onkur kanska eisini í einum óhappi av einum ella øðrum slag, sigur Tommy Petersen.
Stýrisbólkurin fer í gongd við arbeiðið beinanvegin. Í mei verður farið kring landið at ferðast. Stýrisbólkurin væntar, at fólk og feløg fara at vísa áhuga og skipa fyri tiltøkum, so árið veruliga verður við til at varpa ljós á tey brekaðu.
? Tey brekaðu eru so nógv. Ikki bara tey, sum sita í koyristóli ella er menningartarnað. Tað eru eisini tey, sum hava astma ella eru ovurviðkvom. Tey, sum hava cøliaki og skulu hava matpakka við tá tey skulu í føðingardag, sigur Marjun Sigurðardóttir at enda.