2017 var eitt gott ár hjá Borg

Ársúrslitið hjá P/F Borg fyri 2017 var 7,3 milliónir krónur eftir skatt, sum er tað besta úrslitið hjá felagnum. Árið fyri var úrsltiið 4,6 milliónir krónur.

 

Bruttoúrsltiið var slakar 29 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið var 9,8 milliónir krónur. Fíggjarjavni felagsins er nú slakar 75 milliónir krónur, og eginognin er góðar 25 milliónir krónur.

 

Miðaltalið av starvsfólkum hjá P/F Borg í fjør var 40.

 

P/F Borg hevur sum endamál at reka timburhandil og annan handil í Runavík og í Klaksvík.

 

Felagið sigur í ársfrágreiðingini, at tey leggja stóran dent á, at hóskandi vitan og arbeiðsroyndir eru á teimum týdningarmestu økjunum í virkseminum. Í tann mun hetta verður mett neyðugt, verður skipað fyri hóskandi eftirútbúgving av starvsfólki.

 

Felagið arbeiðir við at menna vørur og tænastur, sum kunnu betra kappingarstøðu felagsins.

 

Leiðslan metir, at felagið framhaldandi kemur at hava positivt gjaldføri í 2018 umframt at úrslitið fyri 2018 verður positivt.


Eitt sindur um P/F Borg: Tað var 21. september 2007, at tær tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, vórðu samlaðar undir einum navni, Borg. Hetta varð gjørt, fyri at fyritøkan skal hava eitt felags andlit úteftir, og fyri at savna alt virksemi í sama felag.


Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg. Fram til 1. august 2011 áttu Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen felagið.

 

Frá 1. august 2011 gjørdist Rodmundur Nielsen einsamallur eigari av P/F Borg. Í oktober 2005 yvirtók P/F KN partabrøvini í P/F Højgaards Handilsvirki. Í mai 2006 keypti felagið Timburhandilin í Klaksvík og P/F Klement Petersen í Saltangará.

 

Fyritøkan Borg er í dag eitt handilsvirki við deildum í Runavík og Klaksvík.