207 ung í arbeiði

Ikki færri enn 418 ung søktu um at fáa tillutað arbeiði í Tórshavnar Kommunu í sambandi við verkætlanina "Ung í arbeiði".

Nú hava 207 av teimum 418, sum søktu, í dag fingið boð um, at tey hava fingið arbeiði.

Verkætlanin "Ung í arbeiði" fevnir um ymiskt fyrifallandi arbeiði, ið hevur til endamáls at fríðka um kommununa. Tað veri seg at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.