21 vilja vera stjóri í Kringvarpinum

Tað er gravgangur eftir at verða stjóri í Kringvarpi Føroya eftir Anniku Mittún Jacobsen, sum nú hevur sagt upp, eftir at hava sitið í starvinum í hálvtfimta ár.

Kringvarpið sigur á síni heimasíðu, at tá ið umsóknarfreistin var úti fríggjadagin, vóru heilar 21 umsóknir komnar til starvið.

Men kynsbýtið er rættiliga ójavnt, tí talan er um heili 18 mannfólk, samstundis sum tað bara eru trý konufólk, sum halda seg framat.

Sagt verður, at 11 av umsøkjarunum hava journalistiska útbúgving ella arbeiðsroyndir frá fjølmiðlum og onnur hava leiðsluroyndir.

Setanarnevndin fer nú at gera eitt tilmæli til stýrið fyri Kringvarpið og gongst sum ætlað, verður nýggi stjórin fyri Kringvarpið settur um ein mánað.

Starvið er verður sett fyri fimm ár ísenn.

Nýggi stjórin avloysir Anniku Mittún Jacobsen, sum fer úr starvinum 1. august . Annika Mittún Jacobsen tók við starvinum sum stjóri í Kringvarpinum 1. apríl 2008, og hevur hon verið stjóri í hálvt fimta ár.