216 fiskar oyddu havið

Í 1785 hildu føroyingar, at ein veiða á 216 fiskar fór at oyða havið. - Orðið burðardygd er líkasum vorðið eitt gandaorð, heldur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, var ein av fleiri, sum hildu fyrilestur á fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum. Í byrjanini av síni røðu helt hann fyri, at orðið burðardygd líkasum er vorðið eitt gandaorð.

- Og hetta er eisini yvirskriftin her í dag, legði hann aftrat.

Hann vísti á, at føroyingar í sínari tíð høvdu lítlan og ongan áhuga í fiskivinnu í mun til tann áhuga, sum eitt nú var millum okkara grannar.

- Men hin 22. mai í 1772 kom Færø, fyrsta fiskiskipið, sum var bygt til havfiskiskap, á Havnina. Tað var kendi Ryberg, sum hevði stóran handil í Vágsbotni, ið hevði latið skipið byggja. Hann átti fleiri skip, sum vóru til fiskiskap undir Íslandi og hevði nú eisini ætlanir um at fáa føroyingar at byrja havfiskiskap. Langtíðarætlanin hjá honum var at fáa eini 10 skip aftrat til fiskiskap við Føroyar.

Viberg Sørensen segði, at føroyingar tá als ongan áhuga høvdu í hesum og stríddust hart ímóti royndunum.

- Nøkur ár seinni varð hin næsta royndin gjørd. Hetta var í 1785. Tá reiddu nakrir havnamenn skipið Haabet út til fiskiskap. Illa gekst at fáa fólk, og teir máttu fáa fýra soldátar av skansanum at hjálpa til. Teir varpaðu upp á streymasjógvi, snørini stóðu sjálvandi beint aftureftir sjónum, men eftir roynd í ein tíma fingu teir 216 fiskar.

Hetta var óhoyrt góður fiskiskapur, segði Viberg Sørensen, og føroyingar hildu, at sjálvandi skuldi hendan royndin steðgast, tí hetta fór at oyða havið.

Hann vísti á, at nú á døgum høvdu vit bara sagt, at veiðan ikki var burðardygg.

- Hendan royndin í 1785 varð saboterað, og Haabet fór ikki útaftur.

Viberg Sørensen helt fyri, at hetta annars hevði verið ein gyltur møguleiki at komið burturúr oyðuni, sum føroyingar vóru í, men alt fór fyri bakka.

Øll røðan hjá formanninum í Føroya Reiðarafelag kann lesast á heimasíðuni hjá felagnum, www.shipowner.fo