217 funnin deyð í Turkalandi

Jarðskjálvtin í Turkalandi í gjár hevur kravt meiri enn 200 mannalív. Tað segði innanríkisráðharrin, Idris Naim Sahin, í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Ráðharrin segði, at 117 fólk eru funnin deyð í býnum Erci og 100 í býnum Van, sum er tann størsti í økinum. Hann gjørdi tó vart við, at nógv fólk eru ikki komin afturíaftur.

Umleið 1.000 fólk hava fingið skaða.

Jarðskjálvtin í gjár var 7,2 á Richterstiganum. Fleiri eftirskjálvtar hava verið síðani, og tann harðasti var 5,1 á Richterstiganum, skrivar Reuters.