2182 og kanal 16 á føroyskar hendur

Landsstýrið er nú farið undir at fyrireika einasta økið innan fjarskifti, sum enn er á donskum hondum.

 

Seinasta týsdag legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fram uppskot um yvirtøku av radiogrundaðu neyð og trygdartænastuni á havinum, styttri kann tað ikki sigast. Tilmælið varð tikið til eftirtektar.

- Neyð og trygdartænastan, har strandalond veita 24 tíma lurtitænastu á ávísum tíddum, tað er frekvensum, liggur framvegis undir ríkinum. Tað er ein partur av sokallaðu veitingarskylduni hjá Tele Danmark, og skulu teir veita hana til og við 2007, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.

Føroya Tele røkir hesa uppgávuna vegna Tele Danmark og fær endurrindað útreiðslurnar fyri tænastuna, sum eru góðar 6 mió. kr, árliga. Neyð og trygdartænasta húsast á Telegrafstøðini, og hon er ein partur av strandarradiotænastuni. Á Telegrafstøðini starvast fólk, sum hava neyðugan førleika, sum tænastan krevur sambært altóða ásetingum til at røkja uppgávurnar.

- Farið verður undir fyrireikandi yvirttøkuarbeiði í samráð við danskar myndugleikar. Roknað verður við, at frá tí at samráðingarnar eru byrjaðar og til tænastan verður yvirtikin fer at ganga tvey og eitt hálvt ár, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.