Øll, sum við vóru, doyðu, tá eitt ferðamannaflogfar datt niður í Kasakhstan fyrrapartin. Sambært tíðindastovuni Reuters vóru 22 fólk í flogfarinum, men russiska tíðindastovan RT sigur, at talan var um 15 ferðafólk og manningina, sum taldi fimm.
Flogfarið, sum var av slagnum Bombardier Challenger CRJ-200, var á veg úr býnum Kokshetau har norðuri í Kasakhstan til býin Almatij, sum er tann størsti í landinum.
Sum skilst vóru floglíkindini vánalig. Flogfelagið sigur, at tað eydnaðist ikki flogfarinum at seta seg í fyrsta umfari, og tá flogskiparin gjørdi eina roynd afturat, datt flogfarið niður.
Hetta er onnur flogvanlukkan í Kasakhstan í vetur. Fyri einum mánað síðani doyðu 27 fólk, tá eitt flogfar hjá herinum datt niður.