Í tippikappingini hjá Sosialinum høvdu 99% tippað HB sum vinnara av dystinum millum meistararnar og uppflytararnar. Hesi fóru dundrandi skeiv.
Úrslitið skuldi vísa seg at gerast tað mesta óvæntaða higartil í ár, og teir gulu heimasandsmennirnir vunnu heili 3-0.
Magnus Olsen var í hopla, og skeyt øll trý málini. Tvey teirra fullu undan steðginum, meðan tað seinna fall eftir einum góðum tíma. Støðan kundi verið enn verri hjá HB, tí B71 hevði tveir stórar møguleikar at økja.
HB vísti seg at hava sera trupult við at bróta seg ígjøgnum tað stinna B71-liðið, tó so, at teir høvdu størra partin av spælinum.
B71 vann sær harvið trý tey fyrstu stigini í ár, meðan HB tapti sín fyrsta dyst.
Anderson hølvaði B36
Eftir skuffandi spæla á Sandi farna sunnudag, reisti NSÍ seg av álvara skírisdag, tá ið teir sendu B36 til hús við einum 0-3 tapi
Dysturin byrjaði javnur og spennandi, men tað gekk ikki leingi, áðrenn Anderson Castillo traðkaði til. Við tveimum skallarum tryggjaði hann heimaliðnum eina 2-0 leiðslu í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var meir enn hálvrunnin, áðrenn B36 raknaði við. Teir vóru nærmast ósjónligir á vøllinum, og tí var einki løgið í, at Anderson skeyt sítt hattrikk um miðan seinna hálvleik og tryggjaði nýggja felagi sínum trý stig
KÍ vant burturúr VB/Sumba
KÍ hevði ongar trupulleikar at syfta VB/Sumba, sum ikki megnaðu at vísa tað stóra í Klaksvík til teirra næsta landskappingardyst.
Nýggi amerikanski áleyparin hjá KÍ, Chris Cerroni, setti hol á í fyrra hálvleiki, sum tó gjørdist einasta málið undan steðginum. Eftir steðgin var tað fyrst Gunnar Nielsen, ið eftir ein returbólt skoraði til 2-0. Fáar minuttir seinni endaði eitt væl spælt álop við, at Paul Clapson økti til 3-0. Símun Joensen og Erling Fles skoraðu hvør sítt mál í endanum av dystinum, og úrslitið gjørdist sostatt 5-0 til heimaliðið.
Í yvirtíðini fekk Evrard Blé reyða kortið, tá ið hann heldur óneyðugt sparkaði Høgna Madsen niður mitt á vøllinum.
Við sigrinum vann KÍ síni fyrstu stig, og VB/Sumba tapti fyri fyrstu ferð í ár.
EB/Streymur vann trygt
Felagsliðið hevði ongar trupulleikar at koppa Skála, tá ið nýggi vøllurin í Streymnesi fyri fyrstu ferð varð nýttur til formuladeildarfótbólt skírisdag.
Sorin Angel syrgdi fyri, at heimaliðið fór til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.
Seinni hálvleikur byrjaði fyri blundaðum Skála-eygum. Dómarin hevði ikki meir enn bríkslað, tá ið nýggi leikarin, Hanus Eliasen, legði heimaliðið á odda. Stóri og sterki áleyparin skallaði eitt innlegg frá Hans Paula Samuelsen. Lítla løtu seinni var tað sami Hanus Eliasen fram við, tá hann órógvaði ein verjuleikara so mikið nógv, at hesin skallaði innkastið frá Gert Hansen í egið net.
EB/Streymur fekk fult fyri aðru, og harumframt einki mál latið ímóti sær. Hinvegin sær svart út hjá Skála, sum av vøllinum sum tapari við trimum málum.
Sonn málveitsla á Argjum
Tað var ein søguligur dystur á Argjum, tá ið vøllurin á Argjum fyri fyrstu ferð í søguni legði graslíki til formuladeildarfótbólt hósdagin í farnu viku. Og hetta vísti seg at gerast ein ógloymandi dystur, har heili átta mál komu – fýra í hvørjum hálvleiki.
GÍ legði bragdliga fyri, og eftir hálvum tíma tóktist dysturin avgjørdur. Við tveimum málum frá Poul Ennigarð og einum frá Pól Jóhannus Justinussen, var GÍ á odda heili 3-0. Men AB gav als ikki upp, og seinasta korterið av fyrra hálvleiki megnaði AB at koma upp á 3-2, við málum frá Morten Overgaard og Súna Fríða Barbá.
Seinni hálvleikur stóð einki aftanfyri fyrra, serliga ikki byrjanin av seinna hálvleiki. 12 minuttir inn í seinna hálvleik vóru longu trý mál komin aftrat. Fyrst javnaði Rógvi Poulsen fyri AB, men so legði Tomas Sajdak GÍ aftur á odda. Sum sjey mál ikki vóru nokk uppá ein tíma, so javnaði Súni Fríði Barbá aftur fyri heimaliðið. Eftir hetta kom einki mál, hóast málmøguleikar í báðum endum.
Javnleikurin gav báðum liðunum síni fyrstu stig í ár