Fótbóltsskúli
Fríggjadagin og leygardagin var rættiligt lív í á stadion-økinum á Toftum. Har varð nevniliga skipað fyri fótbóltsskúla hetta vikuskiftið og tað høvdu ikki færri enn 220 børn í aldrinum 7-14 ár, meldað til og tey koma úr øllum landinum.
Tað eru fótbóltssambandið og B 68 sum skipaðu fyri og tey høvdu fingið ikki ongan annan enn Tórð Mikkelsen frá 3-2 í sjónvarpinum at seta skúlan.
Og hóast tað regnaði teir fyrstu tímarnar, skúlin var, tuskaðu børnini runt og hugnaðu sær, uttan at lata regnið rína við.
Skulin byrjaði klokkan 13 fríggjadagin og endaði klokkan 17. Leygardagin varð aftur lagt til brots klokkan 10 og tað varð ikki pakkað saman og endað, fyrrenn klokkan 18.