23 grundstykki til sølu í Kollafirði

BYGGING Fyri fyrstu ferð í yvir 20 ár verða grundstykki nú aftur at fáa í Kollafirði

Nú fer aftur at bera til at byggja hús í Kollafirði.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi hóskvøldið at fara undir eina útstykking við 23 grundstykkjum í Kollafirði.
Av teimum verða níggju grundstykki klár í næstum.
Hvat hinum 14 grundstykkjunum viðvíkur, eru tey í einum øki, sum ikki er bústaðarøki og tískil skal byggisamtyktin broytast áðrenn tað ber til at byggja, men tað er ein tilgongd býráðið fer undir nú.

Ringt at fáa jørð
Á býráðsfundi hóskvøldið varð upplýst, at síðani Havnin og Kollafjørður vórðu samanløgd, hevur kommunan havt nógvar ætlanir um at útvega grundstykki í Kollafirði.
- Men hvørja ferð hevur tað víst seg at verða trupulleikar við at fáa fatur á lendinum.
Nú hevur Poul Adrian í Homrum, festibóndi, boðið kommununi at keypa Hamrabøin tí at hann at hann ikki longur hevur mjólkneyt og at bøurin tískil ikki verður røktur.
Sostatt er talan um eitt stykki miðskeiðis í bygdini, við Kirkjuna og norður eftir, varð sagt á býráðsfundinum.
Tískil hevur kommunan nú havt samráðingar við Búnaðarstovuna um at keypa jørðina og tað er Búnaðarstovan sinnað til.
Men tað er bara ein lítil partur av ognini, sum liggur í sethúsaøki.
Á hesum partinum er pláss fyri níggju grundstykkjum og tey kunnu útvegast lutfalsliga skjótt.
Men annars er neyðugt at broyta byggisamtyktina og tað fer kommunan undir nú. Á tí partinum av Hamrabønum er pláss fyri 14 grundstykkjum afturat, men at broyta byggisamtyktina er ein drúgv tilgongd, sum tekur fleiri mánaðir.

Fólk rýma
Á býráðsfundinum varð upplýst, at stórur tørvur er á grundstykkjum í Kollafirði, tí har hava ongin almenn grundstykki verið í yvir 20 ár.
Sostatt hava ongi grundstykki verið at fáa í Kollafirði í yvir 20 ár og avleiðingin hevur verið, at heilt nógv húski eru flutt av bygdini, ikki tí tey hava viljað, men tí tey hava verið noydd til tað.
Men nú kommunan aftur fer at stykkja út, er spurningurin eisini reistur um umsøkjarar, ið hava tilknýti til Kollafjørð, skulu hava framíhjárætt til stykkini, ella um gangast skal eftir vanliga bíðilistanum hjá kommununi.
Býráðslimir førdu fram, at tað vanliga er, at øll kunnu søkja um tey grundstykki, sum eru til taks.
Men teir vístu eisini á, at býráðið eigur at halda fram at útvega grundstykki í Kollafirði um so er, at hesi stykkini verða bygd.
Jákup Dam, býráðslimir og Kollfirðingur, vísir á, at tað er nóg mikið av byggilendi í Kollafirði og ber ikki til at fáa fatur á byggilendi, eigur tað at verða ognartikið.
- Tann tíðin eigur at vera farin har ið tey, sum eiga jørð, kunnu steðga menningini, staðfesti hann.