Tilsamans vóru 2.281 gistingar í náttartilboðnum hjá Herberginum í fjør. Íalt gistu 46 fólk í Herberginum. Av hesum vóru 42 menn.
Ein uppgerð yvir virksemið vísir haraftrat, at 23 fólk gistu millum 1 og 10 ferðir, 2 gistu millum 200 og 300 ferðir, og eitt fólk gisti meiri enn 300 ferðir. Mannfólkini hava havt 2.250 gistingar og konufólkini 31. Umframt hetta vóru 823 vitjanir í fjør.
Dagsentrið hevði í fjør 2.352 vitjanir av 60 ymiskum brúkarum. Hetta svarar til góðar sjey døgurðar í miðal um dagin, teir 11 mánaðirnar ið dagsentrið var opið.