Tað er góð vinna at spæla fótbólt á hægsta stigi. Í øllum førum, um tú ert á einum av liðunum, ið eru við til heimsmeistarakappingina í Suðurafrika.
Teir 23 leikararnir á liðnum hjá Morten Olsen taptu fyrsta dystin móti Hollandi. Men skuldi so illa viljað til, at Danmark verður sligið út í bólkaspælinum, bøtur lønin kanksa skjótt um lagið hjá leikarunum.
Hvør leikari er nevniliga tryggjaður í øllum førum 635.000 krónur fyri teir fyrstu tríggjar bólkadystirnar, skrivar Børsen.dk.
Spælir ein spælari allar tríggjar dystirnar á tamb, merkir tað eina minstuløn á 2351 krónur um minuttin.
Børsen.dk skrivar eisini, at seinast Danmark tók lut í einum HM endaspæli fyri átta árum síðani og spældu seg í áttandapartsfinalurnar, fótu spælararnir heim við knappari hálvari millión krónum hvør.
Orsøkin til, at donsku spælararnir fáa so góða løn, er sambært aðalskrivaranum hjá danska fótbóltssambandinum, Jim Stjerne Hansen, at talan er um tær størstu upphæddirnar frá FIFA til luttakandi londini í endaspælinum nakrantíð. Tí verður útgjaldingin til leikararnar eisini tann størsta, vit nakrantíð hava sæð.