24 lond verða við til EM í 2016

Í dag kunngjørdi evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, at 24 lond verða við til EM-endaumfarið í 2016. Talan verður um 6 bólkar við 4 londum. 16 lond spæla seg víðari til 1/8-finalurnar, og so verða 1/4-finalur, hálvfinalur og finala. Hetta fer samanlagt at geva 51 dystir. Sum nú er, so eru tað 31 dystir í einum EM-endaumfari. Aðalskrivarin hjá norska fótbóltssambandinum, Karen Espelund sigur, at Noreg og Svøríki fara saman at bjóða uppá at verða vertir til EM-endaumfarið í 2016. Tað ræðir ikki Karen Espelund, at 24 lond verða við í enda-umfarinum í 2016. Tvørturímóti heldur hon, at talan verður um eina stóra uppliving fyri fólk í øllum Noregi.