25 ár seinni: Hvør skal nú spæla Gazza?

EM 2020: Tað verður eitt brak av einum dysti í kvøld, tá Ongland og Skotland møtast

Í dag verða tríggir dystir í EM-endaspælinum. Klokkan 14 spæla Svøríki og Slovakia, klokkan 17 spæla Kroatia og Kekkia, og í kvøld klokkan 20 spæla Ongland og Skotland.

 

Bólkur D:

 

Í hesum bólkinum er trýst á Kroatia og Skotlandi at vinna í dag. Kroatia, sum tapti 1-0 móti Onglandi í fyrsta umfari, skal spæla móti Kekkia. Kekkar vunnu ein flottan 2-0 sigur á Skotlandi í fyrsta umfari. Ein dystur sum eisini bjóðaði upp á eitt mál frá hálvum vølli.

 

Í kvøld klokkan 20 verður eitt brak av einum dysti millum Ongland og Skotland á Wembley. Tað eru 25 ár síðani, at liðini møttust á gamla Wembley. Tá vann Ongland, eftir at Paul Gascoigne skoraði eitt minniligt mál, tá hann lyfti bóltin uppum Colin Hendry og meddaði bóltin í málið.

 

Spurningurin er so hvør skal spæla Paul Gascoigne í kvøld. Fleiri halda at Jack Grealish úr Aston Villa er tann spælarin, ið líkist honum mest, men hann tykist ikki fáa pláss á liðnum. Tað er heldur ikki vist, at Gareth Southgate – sum var við enska landsliðnum fyri 25 árum síðani – leitar eftir eini endurtøku av málinum hjá Paul Gascoigne.

 

Kroatia – Kekkia (17.00)

 

Ongland – Skotland (20.00)

 

Bólkur E:

 

Her møtast Svøríki og Slovakia. Svøríki hevur fingið stóran kritikk fyri drápiliga taktikkin móti Spania, men landsliðsvenjarin er líkaglaður, tí hann megnaði at fáa eitt stig. Í dag verður kanska eitt sindur øðrvísi, tí mótstøðuliðið er Slovakia.

 

Teir hava ikki somu styrki sum Spania, men teir vunnu á Póllandi í fyrsta umfari. Tí er ein javnleikur eitt gott stig fyri Slovakia, meðan tað nokk ikki smakkar eins væl í Svøríki.

 

Svøríki – Slovakia (14.00)