Kl. 16 í morgin letur Skótaliðið Túgvan í Kollafirði upp framsýning, har 25 kollfirðingar vísa fram málningar, tekningar, leirlutir og annað. Hetta er aðru ferð, at skótarnir skipa fyri framsýning av hesum slag.
Fyrstu ferð var á Sundalagsstevnuni seinasta summar, og var tann framsýningin væl vitjað. Tá kom eisini fram, hvussu nógv fólk í bygdini fáast við handverk av ymsum slag.
Avtalað varð longu tá at skipa fyri nýggjari framsýning. Tað verður so gjørt um vikuskiftið í miðhøllini í skúlanum, tí skótahølini rúma ikki øllum lutunum.
Høvið verður at ogna sær eitt verk.
Skipað verður fyri tónleiki, eins og høvi verður at keypa sær okkurt drekkandi.
Framsýningin er leygardagin og sunnudagin millum kl. 16 og 20.