Manslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Sandoynni. Legan er liður í fyrireikingunum til HM-undankapping, sum verður í Italia í januar. Sonni Larsen og Jeppe Borch, landsliðsvenjarar, hava úttikið 25 mans til venjingarleguna.
Hópurin hittist á Hotel Skálavík í gjárkvøldið og í morgun byrjaðu venjingarnar. Legan heldur fram til leygardagin 28. oktober og endar við venjingardysti í høllini í Hoyvík móti útvaldum spælarum.
Her kann eisini nevnast, at U21 landsliðið eisini var á venjingarlegu á Sandi undan HM endaspælinum í Algeria.
Hópurin:
Málverjar:
Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Tórður Guttesen, Kyndil
Jan Pauli Toft Johannesen, Kyndil
Útispælarar:
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rúni Joensen, KÍF
Høgni Klein, Kyndil
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Rói Berg Hansen, Frederiksberg
Kjartan Johansen, Fyllinge
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Áki Egilsnes, Akureyri
Julian Olsen, VÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Tróndur Kragesteen, Neistin
Allan Norðberg, STÍF