25 pisur í Suðuroy

Í miðnámsskúlanum í Suðuroy hava 25 studentar tikið prógv í ár. Næsta ár er umsøkjaratalið næstan tvífaldað

Nýklaktar pisur

Eins aðrastaðni í Føroyum, er hetta eisini tíðin, tá ið skúlarnir í Suðuroy eru lidnir. Eisini á Miðnámsskulanum í Suðuroy hava tey nú riggað av.
Og í ár vóru tað 25 studentar, sum tóku prógv á miðnámsskúlanum í Suðuroy. Teir vóru í tveimum flokkum. Í øðrum flokkinum vóru 13 studentar og í hinum vóru 12.
Teir 25 nýklaktu studentarnir fingu prógvini á samkomu í Vágs skúla seinnapartin hósdagin og í gjárkvøldið klokkan 19 skuldi pisufundur vera á stóra fríøkinum við minnisvarðan yvir sjólætnar í Vági.
Har skuldi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, halda pisurøðuna. Fyri studentarnir skuldu Rakul Borg úr Vági, røða.
Annars tóku hesar pisurnar prógv í ár í flokkinum, sum eitur 3.a: Aftara rað frá vinstru: Eiler Sørensen, Porkeri, Elvis Hammerfoss, Leo, Froðba, Jóan Pauli Klein Thomassen, Vágur, Hjalgrím Thór Andreasen, Vágur og Sonni Thorbjørn Petersen, Froðba.
Í Fremra raði frá vinstru eru tær Alexandra Guðrið Múller, Porkeri, Sára Maria Holm, Porkeri, Annika Norðberg, Vágur, Guðrun Dimon, Trongisvágur, Yngva Ramona Vestergaard, Vágur,Eir Jógvansdóttir, Trongisvágur, Sigrid í Skemmuni, Porkeri og Charlotta Djurhuus, Porkeri