Sunnudagin 1. mai vóru liðin 25 ár síðani Finnbogi Midjord gjørdist politistanæmingur.
Finnbogi, sum er borin í heim á Økrum, kundi 8. apríl eisini hátíðarhalda 50 ára føðingardag sín. Eftir lokna útbúgving varð hann settur í starv sum løgreglumaður í Havn.
Um Finnboga verður sagt, at hann er sera fittur í hondunum og er altíð í gongd við okkurt handaligt arbeiði.
Hetta síðsta er ikki minst komið til sjóndar í tí arbeiðinum, hann hevur lagt í hugnaligu matstovuna "Cafe IN", sum kona hansara rekur á Norðskála.
Finnbogi og konan Fríða búgva í Streymnesi.