Tað er kalt og grátt í veðrinum. Ein skuldi trúð, at tað var í novembur, men so er tað í apríl. Onkur vil vera við, at tað er lambasprænin, sum nú er komin. Um so er ella ikki, skal her ikki verða sagt, men undir øllum umstøðum, so er tað ikki kalt inni í hugnaliga heiminum hjá Annikku og Poul Færø á Jørundsgøtu í Klaksvík. Poul situr við borðið og lesur Sosialin, meðan Annikka ger kaffi og setur á borðið. Lagið er gott á teimum báðum, og tað sást á øllum brøgdum, at tey eru væl nøgd við teirra stóra dag, sum júst er farin framvið. Annikka hevur framvegis silvur í hárinum, sum varð sera vakurt uppsett til dagin.
Dagurin eydnaðist til fulnar hjá teimum báðum, og allir gestirnir lótu væl at.
Stórt silvurbrúdleyp
Líka frá stutt eftir, at tey vórðu gift í 1978, hevur Poul tosað um, at hann gleddi seg til silvurbrúdleypið.
- Hann hevur allatíðina tosað um, at silvurbrúdleypið skuldi verða stórt, greiðir Annikka frá. Hon helt sjálv, at tað ljóðaði av øgiliga nógvum í fyrstuni at fara at leiga KÍ høllina til dagin, men tá tað avtornaði, so var onki annað høli í Klaksvík, sum var nóg stórt til at hýsa teimum mongu, sum komu at heiðra parinum á degnum.
- Eg var burtur, tá bílegging av hølum fór fram, men vit vóru samd um, veitslan skuldi standa í Betesda - og um tað blivu ov mong til tað, so fóru vit í KÍ høllina, sigur Poul. Annikka setti seg so í samband við fyristøðumannin í KÍ høllini og bað um at fáa høllina hetta vikuskiftið. Tað var ongin trupulleiki, og so var bara at bíða, til fólk byrjaðu at tekna seg. Rættuliga skjótt var greitt, at Betesda fór at verða alt ov lítið. Tá talið fór upp um tey 400, vistu tey, at tey fóru at halda tað í KÍ høllini. Men talið bleiv við at vaksa og steðgaði ikki fyrr enn tað var farið upp um 700. Og seinasta leygarkvøld sessaðust 750 gestir við tey mongu og vøkru borðini í eini sannari veitsluskríddari KÍ høll.
- Eg kendi øll sum vóru har á navni, sigur Poul, meðan Annikka má viðganga, at hon ikki kendi øll. Men meginpartin kortini. Poul ferðast nógv kring landið sum trúboðari. Og somuleiðis vitjar hann mong menniskju bara av sínum eintingum, og tískil er hann kendur víða hvar. Og tað mundi eisini gera sítt til, at gestirnir gjørdust so nógvir í tali.
Tey bæði viðganga, at tað vóru teir stórslignu ábyrgdararfundirnir hjá Norðoya Sparikassa, sum vóru íblásturin hjá teimum til at halda veitsluna í KÍ høllini. Og tað var sami frálíki kokkurin, sum stóð fyri matgerðini.
Undir borðhaldinum var undirhald av ymsum slagi. Umframt nógvar og góðar røður, so sungu fýra kór. Eitt kvinnukór av Toftum, Betesdakórið, Ebenezerkórið og so eitt manskór úr Betesda.
? Tað seinasta setti rættuligt lív í, siga tey bæði.
Eftir hesa lítlu konsertina hevði Assa, dóttir Annikku og Poul, sett eina lítla mótasýning saman, har hon og nakrar vinkonur úrval av gomlum kjólum hjá Annikku fram.
? Annikku dámar væl at goyma gomul klæðir, so tað var stuttligt at síggja allar tær ymisku útgávurnar av henni gjøgnum hesi 25 árini, sigur Poul og hyggur upp á Annikku.
Vakurleiki í fólkinum
So flott og so vakurt sum alt var í høllini hetta kvøldið, so heldur Poul tó ikki, at vakurleikin kom til sín rætt, fyrr enn fólkið var komið í høllina at sita.
- Tástani sást, hvussu vakurt og hugnaligt tað í veruleikanum var, sigur Poul, og hann leggur afturat, at tað er ótrúligt, sum nógv fólk hava hjálpt til.
- Og so at síggja, hvussu glað tey tóktust fyri at hjálpa okkum, tað vermir, leggur hann afturat og Annikka nikkar samtykkjandi.
Bæði vilja tey ikki taka nakran fram um, men tey rósa bæði fyrstøðumanninum í KÍ høllini fyri hansara hjálpsemi.
Bæði eru tey samd um, at kvøldið eydnaðist til fulnar. Nógv fólk kom og eisini avbygdafólk, og øll sluppu heimaftur, tí Dúgvan sigldi eftir veitsluna. Tað vildu tey fegin, tí annars høvdu tey flestu av bygd farið avstað aftur, áðrenn borðhaldið var heilt liðugt.
Poul og Annikka sita bæði her nú eftir, at dagurin er farin framvið móð og troytt, men so hjartans fegin og takksom, tí so mong hava gjørt so nógv fyri at gleða tey á teirra silvurbrúdleypsdegi.