25 ár við Judo

Tveir stórir merkisdagar innan Judo verða markeraðir, tá Judosambandið hevur móttøku í Miðlahúsinum leygardagin

Judo

28. februar í ár vóru liðin 25 ár síðani Judosamband Føroya varð sett á stovn, og í ár eru eisini 35 ár síðani fyrsta judofelag í føroyum, Havnar Judofelag, varð stovnað. Ein mánað fyri stovnanina av Judosambandinum var hitt stóra judofelagið í Føroyum, Sunda Judofelag stovnað, so hetta felag hevur í ár eisini 25 ára stovningardag.
Allar hesar merkisdagarnar ætlar Judosambandið at hátíðarhalda við almennari móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Har er ætlanin at sýna fram gamlar og nýggjari myndir, gomul filmsbrot frá kappingum og venjingum, eins og eitt úrval av greinum, ið hava verið í bløðunum um judo hesi seinastu 25 árini.
Judosambandið hevur síðani 1986 verið limur í altjóða judosamgongunum, og tvær ferðir hava vit luttikið í kappingini um Europameistaraheitið fyri einstaklingar. Við altjóða limaskapinum hava vit nógvar møguleikar at kappast við aðrar og at luttaka í venjingarlegum, og tað ætlar Judosambandið at leggja størri dent á komandi árini.
Í norðurlendskum høpi hava vit eisini luttikið í fleiri ár, og har hava vit eisini fingið góð úrslit, við tað at vit hava vunnið okkum nakrar bronsumedaljur.
Føroyskir judoleikarar, ið hava búð í Danmark eitt skifti, hava eisini luttikið í kappingini um Danmarkarheitið, og har er tað blivið til bæði gull, silvur og bronsumedaljur, so samanumtikið hava vit góð úrslit at vísa á, nú Judosambandið fer undir tað næstu fjórðingsøldina.
Í nevndini fyri Judosambandið sita nú: Sofus Debes Johannesen, formaður, Búgvi Poulsen, næstformaður, og Jan Günther, skrivari.
Móttøkan leygardagin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni frá kl. 13 til 16, har øll eru hjartaliga vælkomin.