Báðir byrjaðu teir á gomlu telefonstøðini við Tinghúsvegin. Teir vóru settir í starv av Poul Havn, kaðalmeistara. Arbeiðsformenn vóru Hanni Jacobsen og Ejler Eysturtún.
Hans Juul hevur arbeitt sum montørur í Havnini øll árini, bæði hjá privatum og vinnukundum. Fríðálvur arbeiddi í Havn tey fyrstu seks árini. Hann byrjaði sum mortørur, síðan arbeiddi hann á kaðaldeildini og seinni sum feilrættari og á vekslaradeildini.
Í 1986 varð Fríðálvur fluttur til øki 2, ið umfatar bygdirnar í Norðurstreymoy og Norðureysturoy - heilt frá Vestmanna til Gjáar. Har arbeiðir hann sum teknikari og montørur og hevur kundarøkt og servisering av øllum tólum frá Føroya Tele í økinum.
Fríðálvur hevur stóran áhuga fyri bilum og motorsúkklum. Hann var í nøkur ár í Vestmanna Sløkkiliði sum varasløkkiliðsleiðari. Hann er giftur Jónleyg, f. Miðberg, úr Vestmanna, og tey eiga dóttrina, Unn.
Teknisku framstigini hava verið ómetaliga stór hesi 25 árini Hans Juul og Fríðálvur hava arbeitt á stovninum. Teir fingu um endan á gamla telefonsentarlinum, tá Telefonverkið átti øll telefontólini og innstallatiónirnar. Alt telefonkervi var tá automatiserað, og digitaliseringin byrjaði. Telexini vóru utskift við telefax o.s.v.
Bæði Hans Juul og Fríðálvur hava trivist sera væl í síðan arbeiði. Teir vera av kundum og starvsfeløgunum mettir sum dugnaligir, álítandi og arbeiðssamir menn og hava eina holla vitan um alt innan síni virkisøki.
Myndatekstur:
Hans Juul Hammer (v.m.) og Fríðálvur Bláhamar høvdu 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele fríggjadagin
Mynd: Magnus Gunnarsson