25 ára starvsdag hjá Farvandsvæsenet

2. desember 2005 hevði Hans Petur Kjærbo yvirvitapassari í Vági 25 ára starvsdag hjá Farvandsvæsenet, Færøernes Fyrdistrikt.

Hans Petur er 50 ára gamal og sumbingur. Liðugur við reaskúlan var hann sjómaður í eini trý ár. Síðan arbeiddi hann eina tíð hjá DFDS í Esbjerg og seinni hjá Byggifelagnum Waagstein í Havn.

2. juni 1980 var Hans Petur settur í starv hjá Farvandsvæsenet. Hann byrjaði í Akrabyrgi, har hann var til 1995, tá vitin varð automatiseraður.
Síðan hevur hann arbeitt við teir ymisku vitarnar kring landið, serliga á Borðuni, har hann hevur verið fast 5. hvørja viku, og á teimum størru vitunum í Mykinesi og Akrabyrgi.

Basin hjá vitapassarunum í Føroyum hevur í nøkur ár verið á Loranstøðini á Eiði, og frá 1. januar 2006 er Hans Petur settur sum økisvitapassari, har hann kemur at arbeiða fast á Eiði.

Í hesi 25 árini, Hans Petur hevur verið í starvi, hevði hann farloyvi í hálvt ár í 2001, tá hann var kokkur við nótabátinum Saksaberg.

Í 1983 giftist Hans Petur við Ritu, f. Tausen, úr Vági. Tey eiga trý børn: Linda, 23 ár, og tvíburarnar Andras og Allan, sum eru 20 ára gamlir.