25 ára starvsdagar í SMS

Tað kemur fyri av og á, at tað frættist um starvfólk, sum hava starvast í einum og sama arbeiðsplássi í so og so mong ár

Men neyvan hava vit tikið munnin ov fullan, tá vit siga, at hetta ikki er gerandiskostur. Men nú SMS fór um tey fimmogtjúgu, vóru tað ikki færri enn fýra fólk, sum samstundis høvdu 25 ára starvsdag hjá P/F SMS. Hesi vóru Mary Húsgarð, Hallgerð Johannesen og Jórun Johannesen sum allar starvast í bókhaldinum, Jørgen Jørgensen - ella Jørgen »slagter«, sum hann vanliga verður nevndur. Umframt hesi hevur Hans Mortensen sjálvsagt verið í SMS hesi árini og meir enn tað.
Meðan Mary hevur starvast í bókhaldinum øll árini, byrjaðu tær báðar, Hallgerð og Jórun, í Miklagarði, ella »Superland«, sum tað æt tá.
Eftir ein heldur strævnan jólahandil í Miklagarði í 1986, har hon m. a. pakkaði víndrúvur í ein heilan mánað, segði Hallgerð upp. Men tað slapp hon ikki uttan víðari, tí økta virksemi á skrivstovuni eftir umfatandi umbyggingina, hevði við sær, at hon varð flutt á skrivstovuna, har hon er framvegis.
Nakað eftir hetta og eftir ein lítlan starvssteðg (sum ikki verður taldur við) byrjaði Jórun eisini á skrivstovuni hjá SMS, har hon er framvegis.
Ikki nóg mikið við tí, at hesi fýra hava starvast í húsinum í samfull 25 ár, tí eisini fýra av leigarunum í SMS hava verið á Trapputrøðni síðan SMS lat upp tann 2. novembur í 1977. Hesi er Anna Marie Nyby, eigari av Vero Moda, Kári Justinussen, eigari av Grifflinum, Hedvig Svensson, sameigari av skógvahandlinum Demmus og Oddvør Jacobsen, eigari av Fríðkuni og Flykruni.
Bjarni vann gávukortið á 50.000 kr
Leygardagin 2. november, tá SMS hátíðarhelt sín 25 ára dag, varð vinnarin av stóru føðingardagskappingini, sum SMS og Atlantic Airways hava skipa fyri í felag, funnin á Torginum.
Í stuttum kann sigast um sjálva kappingina, at hon hevur hevur verið í seks umførum. Í fyrstu atløgu var hon í SMS blaðnum, men tá útgávan steðgaði orsakað av stóru umbyggingini í summar og heyst, helt kappingini fram í Sosialinum. Hetta ávirkað sjálvandi kappingina nakað, men tey á marknaðardeildini í SMS eru kortini væl nøgd við undirtøkuna. Tì tá drátturin fór fram á Torginum leygardagin 2. november kl. 16:45, stóð ein stór kurv á Torginum á tremur við svarlepum.
Í sambandi við dráttin leygardagin var Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, á Torginum, har hann avdúkaði vinnarin av stóra høvuðsvinninginum, sum var eitt gávukort á 50.000,00 frá Atlantic Airways.
Hepni vinnarin gjørdist Bjarni Fríðberg av Argjum, og hann kann nú frítt ferðast fyri 50.000,00, bæði á rutunum hjá Atlantic Airways, og annars aðrastaðni í heiminum.
Umframt stóra høvuðsvinningin vóru 9 gávukort á 500 krónur frá handlum í SMS burturlutað. Hesar vinningarnar vunnu:
Arnhild Johansen, Havn,
Daisy Petersen, Fuglafjørður,
Guðrun Winther, Klaksvík,
Katrin Absalonsen, Søldarfjørður
Dinna G. Joensen, Runavík,
Eyðhild Lindholm, Saltnes,
Janus Dragasund, Havn, A. Mørkøre, Velbastaðvegur 6, Havn,
Birgir Sondum, Havn
Vit ynskja teimum øllum tillukku.
SMS-liðið virkar nú aftur
Ein tænasta, sum vit hava veitt viðskiftafólkið okkara á heimasíðuni, www.sms.fo, er SMS-liðið. Her hevur borið til at melda seg til eina tænastu, har vit senda sms-boð frá SMS um tilboð, tiltøk, dagsins rætt og annað út á tilmeldað fartelefonnummur.
Tíðliga í ár var limatalið vorðið rættuliga stórt, og tænastan virkaði væl. Men tá segði tøknin hjá Føroya Tele, sum sendir sms-boðini víðari, stopp.
Í stuttum kann sigast, at tað við táverandi tøkni ikki lat seg gera, at senda so mong sms-boð út í senn, sum vit gjørdu.
Síðan tá hava tey á Føroya Tele arbeitt við eini loysn, og nú ? umleið seks mánaðir seinni ? er tænastan tøk aftur. Og vit eru longu farin at nýta hana aftur.
Í síðstu viku sendu vit rættuliga mong boð út til limirnar á SMS-liðnum í sambandi við 25 ára føðingardag okkara, og alt gekk væl.
Ein lítil munur er á tænastuni nú í mun til áðrenn, er tann, at vit nú gjalda fyri at senda hvørt sms-boðið til limirnar. Hetta gjald er ikki fastlagt frá Føroya Tele í skrivandi stund, og um hetta verður ov stórt, verður tænastan, sum vit veita okkara viðskiftafólkum ókeypis, niðurløgd.
Tì vóna vit, at tey á Føroya Tele fara at vera lagalig við gjaldinum, soleiðis at SMS-liðið kann halda fram, og tit harvið fáa feskastu tíðindini frá SMS, send sum SMS á tykkara fartelefonir.
Føðingardagskappingin á heimasíðuni
Í síðstu viku var ein føðingardagskapping á heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo, har vitjandi kundu svar trimum spurningum, og harvið verða við í lutakastinum um 10 gávukort á 200 krónur frá handlum í SMS.
Mong vitjandi vóru á síðuni og svaraðu spurningunum. Týsdagin var lutakast ímillum øll tey, sum høvdu svarað rætt upp á spurningarnar, og teir tíggju hepnu vinnararnir eru:
Tummas Juul, í Havn, gávukort frá Skálki
Durita Nielsen, Keypmannahavn, gávukort frá Mango

Elsa L. Joensen, Signabøur, gávukort frá Klivanum
Andrias Mikkelsen, Hoyvík, gávukort frá Deres
Vónbjørt Sørensen, Tórshavn, gávukort frá Bókasøluni
Julian Eysturdal, Klaksvík, gávukort frá Grifflinum
Pætur Joensen, Norðdepil, gávukort frá 3-arinum
Anbjørg Apol, Havn, gávukort frá Sportmaster
Rakul K. Lisberg, Havn, gávukort frá Demmus
Birita Heradóttir, Havn, gávukort frá Elding
Um tiltøkini:
Heidi vann teknikappingina
Leygardagin 19. oktobur varð avdúka á Torginum í SMS, hvør hevði vunnið teknikappingina um 25 ára føðingardagsposan hjá SMS.
Fyrstu ferð hesin tátturin varð tikin upp í SMS var í 1979, men tá var kappast um at tekna bestu tekningina til jóla-posan. Fyrsti vinnarin æt eisini Heidi, eins og hon í vann kappingina um føðingardagsposan. Tann Heidi var úr Klaksvík, og nevnast kann, at hon í dag er grafikari og starvast hjá Petur & Peturi, sum m.a. gera lýs-ingarbløðini, sum SMS ber út kring landið. Síð-an helt kappingin fram líka fram til fyri heilt fá-um árum síðan. Und-irtøkan tá var einastandi góð, og í einum av fyrstu SMS bløðunum stendur at lesa, at "í hundraða vís av tekningunum vóru innkomnar. Og soleiðis var tað hvørt ár kappingin fór fram.
Nú tátturin varð tikin upp aftur, kann sigast, at undirtøkan ikki var eins góð, men tó so, umleið 80 tekningar komu inn. Og eins og undanfarin ár, var ógvuliga torført hjá dómsnevndini at velja millum innkomnu tekningarnar. Men tá samanum kom varð dómsnevndin rímuliga samd um, at tekningin hjá 6 ára gomlu Heidi C. Hansen úr Vestmanna var tann besta. Og leygardagin 19. oktobur varð so alment avdúka, hvør vann teknikappingina, og hvussu 25 ára føðing-ardags-posin hjá SMS fer at síggja út. Umframt at tekningin hjá Heidi prýðir føðingardagsposan, vann Heidi eisini eina PlayStation 2 frá 3-arinum í SMS. Umframt Heidi, fingu nýggju aðrar tekningar smærri gávur frá handlunum í SMS.
Atomic Kitten vunnu á Torginum
Fríggjadagin 25. og leygardagin 26. oktober var innrás á Torginum í SMS av kendum tónleikabólkum og einstaklingum.
Bólkar sum Atomic Kitten, Creamy og Destiny´s Child og einstaklingar sum Shakira, Jóhanna Guðrún, Tony Braxton og Razz vóru á palli hesar dagarnar.
Vit tosa sjálvsagt ikki um veruligu stjørnurnar, men sokallaðar »Wanna-be´arar«, sum kappaðust um at líkjast kendu tónleikastjørnunum mest.
Íalt 18 einstaklingar og bólkar hvødu meldað seg til kappingina, sum var skipað í tveimum umførum.
Fríggjadagin eitt innleiðandi umfar, har allir luttakararnir sluppu at royna seg. Leygardagin var so finalumfarið, har 8 av teimum 18 luttakarunum frá fríggjadegnum vóru við í.
Finaluumfarið leygardagin gjørdist rættuliga spennandi, tí allir 8 luttakararnir vóru sannførandi í sínum framførslum.
Tá samanumkom vóru tær tríggjar 13 og 14 ára gomlu genturnar úr Saltangará, Heidi á Lakjuni, Hansa Hansen og Poula Lassen, sum vunnu »Wanna-be«-kappingina.
Tær framførdu lagið »The tight is High« hjá Atomic Kitten.
Tær vunnu eitt gávukort á 2.000 krónur og eina tasku frá Pepsi á tremur við Pepsi.
Nr. 2 gjørdist Rebekka R. Petersen úr Kollafirði, sum var Rachael Lampa, og nr. 3 gjørdust Annleyg Hansen, Ingibjørg Joensen og teirra dansifólk av Strondum, sum upptraðkaðu sum Creamy.
Vit ynskja teimum øllum tillukku.
Tað vóru SMS, Pepsi og Føroya Sparikassi sum í felag skipaðu fyri »Wanna-be«-kappingini í SMS, sum verður aftur komandi ár.
Heystmótasýningin væleydnað
Hóskvøldið 24. oktober var árliga heystmotasýningin í SMS, har handlarnir í húsinum sýndu fram nýggjasta mótan.
Hesaferð legði tann 24 ára gamla Anna Kristin Bæk úr Kvíkvík sýningina til rættis.
Sýningarnar í SMS eru eitt av afturvendandi tiltøkunum í húsinum, og tær eru vanliga væl vitjaðar og væl fyri-reikaðar. Og tað sama kann sigast um sýningina hóskvøldið 24. oktober, sjálvt um onkrir av kørmunum kring tiltakið møguliga kundu verið eitt sindur betur fyrireikaðir. Men tað taka tey helst til eftirtektar til komandi sýning, sum verður í mars mánaði komandi ár.
Men sjálv mótasýningin var sera væleydnað. Umleið 400 fólk sóu snotuligu modellirnar sýna fram nýggjasta mótan innan klæðir, brillur og skógvar.
Finalistarnir í Nósabarnaprix vitja SMS
Týsdagin í komandi viku kemur nýggj føroysk fløga út á marknaðin. Tað er fløgan, har allir vinnararnir frá sangkappingini »Nósabarnaprix 2002« syngja á, umframt at nýggja Nósabarnaprix lagið eisini er á.
Tað eru teir báðir, Mark Joensen og James Olsen, sum standa aftan fyri tiltakið og fløguútgávuna.
Í sambandi við at nýggja og forkunnuga barna- og ungdómsfløgan kemur út, verður serligt tiltak á Torginum í SMS útgávudagin, týsdagin 12. november.
Nýggja fløgan verður seld, teir nýggju final-istarnir skriva autografar, og seint seinnapartin fara teir eisini at framføra løg úr fløguni.
Vertir í sambandi við tiltakið verða James Olsen og Angela.
Meir um tiltakið í fjølmiðlunum og á www.sms.fo í hesi og komandi viku.
Nakrar hendingar í 1977?
Sebastian einsamallur á pallinum
Útlendsku tónleikavitjanirnar vóru ikki so tættar fyri einari fjórðingsøld síðani, sum tað kanska hava verið tey seinnu árini. Men tað kom meiri enn so fyri miðskeiðis í sjeyti árunum, at útlendskir sangarar og tónleikarar vóru í Føroyum.
Danski sangarin og listarmaðurin Sebastian, sum tá var 28 ára gamal, vitjaði í Føroyum um tað mundið, tá SMS fyri 25 árum síðani varð tikið í brúk. Hann hevði konsertir í Gøtu, á Tvøroyri og í læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havnini, og hann var væl fagnaður. Tað var Studio 77, sum tað tá kallaðist, ið hevði fyrireikað konsertferðina.
Nakrar hendingar í 1977?
Richard Long andaðist
Stutt fyri jól í 1977 ? tað var 16. desember ? slóknaði ein av teimum, sum í stóran part av tí, sum var farið av tjúgundi øldini, hevði verið við til at seta dám á Føroyar og samfelagsmenningina á so ymiskum økjum. Richard Long var 88 ára gamal, tá hann andaðist fyri 25 árum síðani.
Lívsverkið hjá honum var á málsfrøðiliga økinum. Hann skrivaði, birti uppundir og var íblásari, og so var hann lærari á flestu skúlunum í høvuðsstaðnum, sum høvdu víðari útbúgvingar á skránni.
Richard Long var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og eisini landsstýrismaður. Í minningarorðum varð tikið til, at nógv at tí, sum hann skrivaði og var uppií ? eitt nú var hann ritstjóri á Varðanum ? fór at liva eftir henda merkismann, og tað hevur eftirtíðin prógvað at vera soleiðis.
Føroyskir plastposar
Fyrstu føroysku plastposarnir eru eins gamlir og SMS er tað. Í desember í 1977 vórðu fyrstu føroysku plastposarnir á marknaðinum. Tað var felagið Tór í Vestmanna, sum fór undir at framleiða plasposar.
Maskinurnar keypti felagið úr Danmark og Týskland ella Vesturtýsklandi, sum tað tá kallaðist, og sum neyvan nakar tá ímyndaði sær aftur skuldi broyta navn til Týskland trettan ár seinni.
Maskinurnar skuldu nýtast at framleiða ymisk sløg av plastposum, beriposar, frystiposar, ruskposar og plastsekkir.
Tað var Tórur Joensen í Vestmanna, sum sá møguleikan, sum bæði bar nýggj arbeiðspláss í Føroyum við sær, og sum minkaði um innflutningin av posum. Tá ið teir í Vestmanna fyri einari fjórðingsøld síðani fóru undir framleiðsluna av posum og sekkjum, hevði innflutningurin verið 4?5 milliónir, sum varð mett at vera sera nógv.
Dimma fór um tey hundrað
Um tað mundið, tá SMS slerdi hurðarnar á víðan vegg hátíðarhelt Dimmalætting stóran føðingardag. 8. desember í 1977 vóru eitt hundrað ár síðani, at Dimmalætting fyrstu ferð sá daghsins ljós. Fyrsta royndarblaðið varð útgivið leygardagin 8. desember í 1877.
Í hesum fyrsta blaðnum var listi yvir partaeigararnar. Teir høvdu tilsaman teknað seg fyri 111 partabrøv, sum ljóðaðu upp á hálvt hundrað krónur hvørt.
Jógvan gjørdist dómari
Nú er hann fyrsti løgtingsins umboðsmaður. Fyri 25 árum síðani var hann fyrsti føroyski dómarin í nýggjari tíð. Tað er Jógvan Andreassen, sum vit hugsa um, ella Joen H. Andreassen, sum hann eitur.
Fyrsta desember í 1977 varð hann settur sum dómari ella sorinskrivari. Í januar í 1958 leyk hann løgfrøðisligt embætisprógv. 1. august í 1964 kom hann til Føroya sum dómarafulltrúi, eftir at hann hevði havt sama starv í Roskilde 1960?64. Fulltrúastarvið í Føroyum hevði hann inntil hann í 1969 gjørdist rættaraassessor, og fyri fjórðingsøld síðani varð hann fyrsti føroyski dómarin.
Ishkov vitjaði í Føroyum
Tað gongur við rúkandi ferð eisini í tí partinum av heiminum, sum fyri fjórðings øld síðani var eystan fyri jarntjaldið. Gamla Sovjetsamveldið tóktist fyri 25 árum síðani at vera púra óavrikað av restini av heiminum. Kommunistarnir ráddu fyri borgum, og tað var sera torført at ímynda sær, at bara tíggju ár seinni skuldu rembingarnar verða heilt stórar, sum Gorbatjov skuldi standa á odda fyri, og at broytingarnar skuldu gerast so stórar og ógvusligar, at samveldið skuldi verða liðað sundur.
Tí tóktist tað vera umboðsmaður fyri ein heilt annan heim, sum vitjaði í Føroyum, tá sovjetiski fiskimálaráðharrin, Alexander Ishkov, í november í 1977 vitjaði her á klettunum. Saman við honum vóru fleiri umboð fyri Sovjetsamveldið, eitt nú sendimaðurin í Keypmannahavn.
    Undir vitjanini varð ein fiskivinnuavtala undirskrivað, sum skuldi verða rammuavtala um framtíðar samráðingar millum Sovjetsamveldið og Føroyar. Teir, sum skrivaðu undir fyri Føroyar, vóru Atli P. Dam, løgmaður, og Leif Groth, sum var ríkisumboðsmaður tá.
    Fremmandu menninir vitjaðu á fleiri fiskavirkjum kring landið, og teir vóru eisini og løgdu krans við minnisvarðan yvir sjólætnar í plantasjuni í Havn.
Richard Long andaðist
Stutt fyri jól í 1977 ? tað var 16. desember ? slóknaði ein av teimum, sum í stóran part av tí, sum var farið av tjúgundi øldini, hevði verið við til at seta dám á Føroyar og samfelagsmenningina á so ymiskum økjum. Richard Long var 88 ára gamal, tá hann andaðist fyri 25 árum síðani.
    Lívsverkið hjá honum var á málsfrøðiliga økinum. Hann skrivaði, birti uppundir og var íblásari, og so var hann lærari á flestu skúlunum í høvuðsstaðnum, sum høvdu víðari útbúgvingar á skránni.
    Richard Long var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og eisini landsstýrismaður. Í minningarorðum varð tikið til, at nógv at tí, sum hann skrivaði og var uppií ? eitt nú var hann ritstjóri á Varðanum ? fór at liva eftir henda merkismann, og tað hevur eftirtíðin prógvað at vera soleiðis.
Løgtingshúsið varð umvælt
Í ár hevur løgtingshúsið verið umvælt og gjørt av nýggjum. Tað var tað eisini fyri einari fjórðingsøld síðani. Í 1977 varð løgtingshúsið umvælt og nýmótans gjørt. Salurin varð snaraður 90 stig. Nú er hann aftur snaraður 90 stig. Undan umvælingini í 1977 vóru formaðurin og talarapallurin í sama enda, sum teir nú eru. Tað vil siga, at í tveimum stigum er tingsalurin seinastu fjórðingsøldina snaraður fyrst 90 stig og so 90 stig aftur aftur ? fyri at koma upp á pláss aftur í suðurendanum.
    Í 1977 varð alt innbúgvið skift út. Nýggja innbúgvið varð gjørt á snikkaravirkinum hjá Karl Hansen, sála, í Klaksvík. Har høvdu teir smíðað 41 borð til tingmenn og landsstýrismenn, røðarapall og formanspall og borð til fundarhøli og køkskrók á loftinum. Stólarnir vórðu keyptir aðra staðni frá, og kostnaðurin av øllum tí nýggja innbúgvinum lá ímillum 250 og 300 túsund krónur.
Sebastian einsamallur á pallinum
Útlendsku tónleikavitjanirnar vóru ikki so tættar fyri einari fjórðingsøld síðani, sum tað kanska hava verið tey seinnu árini. Men tað kom meiri enn so fyri miðskeiðis í sjeyti árunum, at útlendskir sangarar og tónleikarar vóru í Føroyum.
Danski sangarin og listarmaðurin Sebastian, sum tá var 28 ára gamal, vitjaði í Føroyum um tað mundið, tá SMS fyri 25 árum síðani varð tikið í brúk. Hann hevði konsertir í Gøtu, á Tvøroyri og í læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havnini, og hann var væl fagnaður. Tað var Studio 77, sum tað tá kallaðist, ið hevði fyrireikað konsertferðina.
    

Suðuroyingar fingu ellisheim og minnisvarða
Leygardagin 5. november í 1977 varð Suðuroyar Ellis? og røktarheim vígt. Tað var Eivind Vilhelm, sáli, sum tá var varðabispur, sum vígdi heimið. Umframt varðabisp, so vóru tveir aðrir prestar við til vígsluna. Tað vóru prestarnir, sum tá vóru í Suðuroy. Elsa Funding, sum nú er prestur á Viðareiði, var prestur í Hvalba, og Martin Restorff Jacobsen, sum nú er prestur á Nesi, var prestur í Vági.
    Suðuroyar Ellis? og røktarheim rúmaði 28 búfólkum, tá tað varð tikið í nýtslu.
     Sunnudagin 6. november í 1977 varð minnisvarði yvir sjólætnar í Vágs sókn avdúkaður. Tað var elsti maður í býnum, Alexander Vilhelm, sum avdúkaði minnisvarðan. Fyri fjórðings øld síðani vóru 120 nøvn á minnisvarðanum, sum er gjørdur úr koparplátum. Nøvnini eru á teimum, sum eru sjólætnir síðani tíðina hjá Nólsoyar Pálli, á eitt nú nøvnini á teimum, sum eru falnir í bakka og bjørgum.
    Minnisvarðin kostaði 120 túsund krónur. Umframt sjálvan minnisvarðan, so var nógv gjørt við at fríðka økið rundanum.
Kendir menn fingu M. A. Jacobsens virðislønirnar
Tá M. A. Jacobsens virðislønirnar vórðu handaðar 6. november í 1977, var tað Petur C. Christiansen, býráðsformaður, sum vegna Tórshavnar býráð handaði kekkarnar upp á átta túsund krónur hvør og heiðursskjølini. Petur C. Christiansen er pápi Jan Christiansen, sum nú er býráðsformaður í høvuðsstaðnum.
    Tríggjar heiðurslønir vórðu handaðar. Sigurd Joensen, sáli, fekk heiðurslønina fyri barnabókmentir. Jeffrei Henriksen fekk heiðurslønina fyri yrkisbókmentir, og Alexandur Kristiansen fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir.
Havel handan rimarnar
Forsetin í Kekkia eitur Vaclav Havel. Fáur mundi fyri einari fjórðings øld síðani ímynda sær, at hesin rithøvundurin skuldi gerast statsleiðari og ímyndin av stríðnum fyri at fáa fólkaræðisliga stýrisskipan og bardaganum fyri at varðveita skipanina í Kekkia.
    Í 1977 sat Vaclav Havel handan rimarnar. Hann varð fongslaður, tí hann var høvuðsmaðurin í Charter 77, sum stríddist fyri størri menniskjaligum frælsi og rættindum í kommunistiskt stýrda Kekkoslovakia, sum tað tá æt.
Sadat í Jerusalem
Frá tí at Ísrael varð sjálvstøðug tjóð í 1948 var stutt ímillum kríggini millum Ísrael og arabisku grannatjóðirnar, sum vóru alt annað enn fegnar um nýggju tjóðina, sum teir hildu var farin við víddunum, sum palistinensarnir høvdu búð á í túsund ár og meiri afturat.
    Síðsta kríggið var í 1973. Fýra ár seinni ? í november í 1977 ? var tað mett sum stórt gjøgnumbrot í royndunum at fáa frið í lag í Miðeystri, at egyptiski forsetin, sum tá var og sum seinni varð myrdur, Anwar Sadat, vitjaði í Jerusalem, har hann helt røðu í tinginum, Knesset. Tað var ísraelski forsætisráðharrin, Menachem Begin, sum hevði boðið gyptiska forsetanum at vitja í Jerusalem. Hetta sama árið í juni gjørdist Begin forsætismálaráðharri í Ísrael. Hann stóð á odda fyri fyrstu borgarligu stjórnini í Ísrael, síðani landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1948.
    Síðani tá hevur tað verið toluliga friðarligt ímillum Egyptaland og Ísrael, men tað er framvegis stórur spenningur í Miðeystri.
Chaplin legði árarnar inn
Ein tann best kendi filmssjónleikarin í tjúgundi øld andaðist í desember fyri 25 árum síðani. Tað var Charlie Chaplin, sum var 88 ára gamal, tá hann andaðist í heimi sínum í Sveis.
Drupu og tóku lívið av sær
Í september í 1977 var allur heimurin skelkaður. Limir í terroristabólkinum Rote Armee Fraktion skutu á alfaravegi tríggjar trygdarvørðar og burturfluttu formannin í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, Hans?Martin Schleyer. Í fjølmiðlunum mundi søgan um Schleyer næsta mánaðin eiga størst rúmd av øllum. Myndugleikarnir vildu ikki veita loysigjald, og í oktober varð Hans?Martin Schleyer funnin myrdur í bagagurúminum í einum bili uttan fyri Mulhouse í Fraklandi. Hann var skotin í nakkan.
    Í oktober gjørdu tríggir av limunum í Baader?Meinhof bólkinum enda á sær í Stammheim fongslinum. Talan var um tá nógv umrøddu terroristarnar Andreas Baader, Gudrun Ensslin og Jan?Carl Raspe, sum nýttu skambyrsur, sum vórðu smuglaðar inn í fongslið til teirra. Hesi vóru í apríl hetta sama árið dømd í fongsul fyri lívstíð og í fimtan ár afturat, sum tað varð tikið til. Dómin fingu tey fyri at hava útinnt fýra morð og fyri í 34 førum at hava roynt at myrt.
Carter gav grið
Á fyrsta arbeiðsdegnum, tá Jimmy Carter í januar 1977 varð vorðin forseti í USA, gav hann øllum teimum, sum uttan at hava loyvi til tað vóru farnir úr amerikanska herinum í Vietnam, grið, og seinni á árinum gjørdi hann av at útseta framleiðsluna av neutronvápnum.
Vit tríva í nakrar hendingar, ið fóru fram um sama mundið, sum SMS lat upp á fyrsta sinni
Ishkov vitjaði í Føroyum
Tað gongur við rúkandi ferð eisini í tí partinum av heiminum, sum fyri fjórðings øld síðani var eystan fyri jarntjaldið. Gamla Sovjetsamveldið tóktist fyri 25 árum síðani at vera púra óavrikað av restini av heiminum. Kommunistarnir ráddu fyri borgum, og tað var sera torført at ímynda sær, at bara tíggju ár seinni skuldu rembingarnar verða heilt stórar, sum Gorbatjov skuldi standa á odda fyri, og at broytingarnar skuldu gerast so stórar og ógvusligar, at samveldið skuldi verða liðað sundur.
Tí tóktist tað vera um-boðsmaður fyri ein heilt annan heim, sum vitjaði í Føroyum, tá sovjetiski fisk-imálaráðharrin, Alexander Ishkov, í november í 1977 vitjaði her á klettunum. Saman við honum vóru fleiri umboð fyri Sovjetsamveldið, eitt nú send-imaðurin í Keypmannahavn.
Undir vitjanini varð ein fiskivinnuavtala und-ir-skrivað, sum skuldi verða rammuavtala um framtíðar samráðingar millum Sovjetsamveldið og Føroyar. Teir, sum skrivaðu undir fyri Føroyar, vóru Atli P. Dam, løgmaður, og Leif Groth, sum var ríkisumboðsmaður tá.
Fremmandu menninir vitjaðu á fleiri fiskavirkjum kring landið, og teir vóru eisini og løgdu krans við minnisvarðan yvir sjólætnar í plantasjuni í Havn.
Løgtingshúsið varð umvælt
Í ár hevur løgtingshúsið verið umvælt og gjørt av nýggjum. Tað var tað eisini fyri einari fjórðingsøld síðani. Í 1977 varð løg-tingshúsið umvælt og nýmótans gjørt. Salurin varð snaraður 90 stig. Nú er hann aftur snaraður 90 stig. Undan umvælingini í 1977 vóru formaðurin og talarapallurin í sama enda, sum teir nú eru. Tað vil siga, at í tveimum stigum er tingsalurin seinastu fjórðingsøldina snaraður fyrst 90 stig og so 90 stig aftur aftur ? fyri at koma upp á pláss aftur í suðurendanum.
Í 1977 varð alt innbúgvið skift út. Nýggja innbúgvið varð gjørt á snikkaravirkinum hjá Karl Hansen, sála, í Klaksvík. Har høvdu teir smíðað 41 borð til tingmenn og landsstýrismenn, røðarapall og formanspall og borð til fundarhøli og køkskrók á loftinum. Stól-arnir vórðu keyptir aðra staðni frá, og kostnaðurin av øllum tí nýggja innbúgvinum lá ímillum 250 og 300 túsund krónur.
Kendir menn fingu M. A. Jacobsens virðislønirnar
Tá M. A. Jacobsens virðislønirnar vórðu handaðar 6. november í 1977, var tað Petur C. Christiansen, býráðsformaður, sum vegna Tórshavnar býráð handaði kekkarnar upp á átta túsund krónur hvør og heiðursskjølini. Petur C. Christiansen er pápi Jan Christiansen, sum nú er býráðsformaður í høvuðsstaðnum.
Tríggjar heiðurslønir vórðu handaðar. Sigurd Jo-ensen, sáli, fekk heiðurslønina fyri barnabókmentir. Jeffrei Henriksen fekk heiðurslønina fyri yrk-isbókmentir, og Alexandur Kristiansen fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir.
Suðuroyingar fingu ellisheim     og minnisvarða
Leygardagin 5. november í 1977 varð Suðuroyar Ellis? og røktarheim vígt. Tað var Eivind Vilhelm, sáli, sum tá var varðabispur, sum vígdi heimið. Umframt varðabisp, so vóru tveir aðrir prestar við til vígsluna. Tað vóru prestarnir, sum tá vóru í Suðuroy. Elsa Funding, sum nú er prestur á Viðareiði, var prestur í Hvalba, og Martin Restorff Jacobsen, sum nú er prestur á Nesi, var prestur í Vági.
Suðuroyar Ellis? og røktarheim rúmaði 28 búfólkum, tá tað varð tikið í nýtslu.
Sunnudagin 6. november í 1977 varð minnisvarði yvir sjólætnar í Vágs sókn avdúkaður. Tað var elsti maður í býnum, Alexander Vilhelm, sum avdúkaði minnisvarðan. Fyri fjórðings øld síðani vóru 120 nøvn á minnisvarðanum, sum er gjørdur úr koparplátum. Nøvnini eru á teimum, sum eru sjólætnir síðani tíðina hjá Nólsoyar Pálli, á eitt nú nøvnini á teimum, sum eru falnir í bakka og bjørgum.
Minnisvarðin kostaði 120 túsund krónur. Umframt sjálvan minnisvarðan, so var nógv gjørt við at fríðka økið rundanum.
Havel handan rimarnar
Forsetin í Kekkia eitur Vaclav Havel. Fáur mundi fyri einari fjórðings øld síðani ímynda sær, at hesin rithøvundurin skuldi gerast statsleiðari og ímyndin av stríðnum fyri at fáa fólkaræðisliga stýrisskipan og bardaganum fyri at varðveita skipanina í Kekkia.
Í 1977 sat Vaclav Havel handan rimarnar. Hann varð fongslaður, tí hann var høvuðsmaðurin í Charter 77, sum stríddist fyri størri menniskjaligum frælsi og rættindum í kommunistiskt stýrda Kekkoslovakia, sum tað tá æt.
Sadat í Jerusalem
Frá tí at Ísrael varð sjálvstøðug tjóð í 1948 var stutt ímillum kríggini millum Ísrael og arabisku grannatjóðirnar, sum vóru alt annað enn fegnar um nýggju tjóðina, sum teir hildu var farin við víddunum, sum palistinensarnir høvdu búð á í túsund ár og meiri afturat.
    Síðsta kríggið var í 1973. Fýra ár seinni ? í november í 1977 ? var tað mett sum stórt gjøgnumbrot í royndunum at fáa frið í lag í Miðeystri, at egyptiski forsetin, sum tá var og sum seinni varð myrdur, Anwar Sadat, vitjaði í Jerusalem, har hann helt røðu í tinginum, Knesset. Tað var ísraelski forsætisráðharrin, Menachem Begin, sum hevði boðið gyptiska forsetanum at vitja í Jerusalem. Hetta sama árið í juni gjørdist Begin forsætismálaráðharri í Ísrael. Hann stóð á odda fyri fyrstu borgarligu stjórnini í Ísrael, síðani landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1948.
    Síðani tá hevur tað verið toluliga friðarligt ímillum Egyptaland og Ísrael, men tað er framvegis stórur spenningur í Miðeystri.
Chaplin legði árarnar inn
Ein tann best kendi filmssjónleikarin í tjúgundi øld andaðist í desember fyri 25 árum síðani. Tað var Charlie Chaplin, sum var 88 ára gamal, tá hann andaðist í heimi sínum í Sveis.
Drupu og tóku lívið av sær
Í september í 1977 var allur heimurin skelkaður. Limir í terroristabólkinum Rote Armee Fraktion skutu á alfaravegi tríggjar trygdarvørðar og burturfluttu formannin í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, Hans?Martin Schleyer. Í fjølmiðlunum mundi søgan um Schleyer næsta mánaðin eiga størst rúmd av øllum. Myndugleikarnir vildu ikki veita loysigjald, og í oktober varð Hans?Martin Schleyer funnin myrdur í bagagurúminum í einum bili uttan fyri Mulhouse í Fraklandi. Hann var skotin í nakkan.
    Í oktober gjørdu tríggir av limunum í Baader?Meinhof bólkinum enda á sær í Stammheim fongslinum. Talan var um tá nógv umrøddu terroristarnar Andreas Baader, Gudrun Ensslin og Jan?Carl Raspe, sum nýttu skambyrsur, sum vórðu smuglaðar inn í fongslið til teirra. Hesi vóru í apríl hetta sama árið dømd í fongsul fyri lívstíð og í fimtan ár afturat, sum tað varð tikið til. Dómin fingu tey fyri at hava útinnt fýra morð og fyri í 34 førum at hava roynt at myrt.
Carter gav grið
Á fyrsta arbeiðsdegnum, tá Jimmy Carter í januar 1977 varð vorðin forseti í USA, gav hann øllum teimum, sum uttan at hava loyvi til tað vóru farnir úr amerikanska herinum í Vietnam, grið, og seinni á árinum gjørdi hann av at útseta framleiðsluna av neutronvápnum.
Skráin:
Mánadagin 4. til leygardagin 9. novembur:
Rasmus Rasmussen listaframsýning á Torginum
Týsdagin 5. til leygardagin 9. novembur
Mango á Torginum
Fríggjadagin 8. og leygardagin 9. novembur
Flykran og Fríðkan á Torginum
Týsdagin 12. novembur
Nósabarnaprix 2002 á Torginum. Finalistarnir framføra løg av nýggju fløguni. Eisini signera teir fløguna. James og Angela undirhalda.
Mikudagin 13. til mikudagin 20. novembur
Myndaframsýning »SMS 25 ár«
Hósdagin 14. til leygardagin 16. novembur
Føroya Tele søluframsýning á Torginum
Fríggjadagin 15. og leygardagin 16. novembur
Sportmaster á Torginum
Fríggjadagin 22. og leygardagin 23. novembur
Kall søluframsýning á Torginum
Týsdagin 26. novembur
Kl. 16.00: Stóra jólaframsýningin á Torginum verður tendrað
Dagførd skrá fyri tiltøk í SMS er á www.sms.fo www.sms.fo