25 ára starvsdagur hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

1. september hevði Elsebeth Johannesen í Hoyvík 25 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Elsebeth byrjaði sum skrivstovunæmingur hjá Tryggingarsambandinum Føroyar 1. september 1979.

Hon hevur arbeitt í ymiskum deildum í felagnum, tó mest innan biltryggingar og bilskaðar.

Tá hon byrjaði var Marius Thomasen stjóri, og Bjartur Dalsgarð var deildarleiðari á bildeildini.

Í dag arbeiðir Elsebeth á Roknskapardeildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Elsebeth er 43 ára gomul og úr Havn, dóttir Hjørdis, f. Petersen, úr Kollafirði, og Hákun Mortensen í Havn.

Hon er gift við Hans Martin Johannesen, ættaður av Skála, tey eiga fýra børn: Niklas, Hjørdis, Súsanna og Hákun.