25 tey bestu feløgini í 2021

Bakkafrost er ovast á listanum, eins og felagið hevur verið síðani 2013.

Listin niðanfyri er úr skipanini hjá vinnuvitan.biz, sum vísir úrslitini hjá øllum partafeløgum í Føroyum.

 

Sambært listanum, so P/F Bakkafrost felagið við størsta vinninginum í fjør. Ársúrslitið hjá Bakkafrost var góðar 964 milliónir krónur. Vinningsbýtið til partaeigararnar hjá Bakkafrost fyri 2021 var slakar 304 milliónir krónur. Vit skulu heilt aftur til 2012 fyri finna annað felag ovast á listanum. Tá var Betri ovast. Felagið hevði tá eitt ársúrslit upp á slakar 264 milliónir krónur.

 

Onnur feløg á listanum eru tryggingarfeløg, banki, reiðarí í uppsjóvarvinnuni, hini alifeløgini.

 

Nummar 25 á listanum er oljufelagið Magn, sum hevði góðar 44 milliónir krónur í avlopi í fjør.

 

1.794 roknskapir eru higartil komnir í skipanina hjá Vinnuvitan.biz fyri 2021, so har vanta enn nógv, sum sjálvandi kann broyta hendan listan. Til samanberingar eru 3.225 roknskapir í skipanini fyri 2020.

 

Listin higartil við teimum 25 feløgunum við besta ársúrslitinum, sær soleiðis út:

 

 

Nr.

 
 

Felag

 
 

Ársúrslit/kr

 
 

1

 
 

Bakkafrost P/f

 
 

964.036.000

 
 

2

 
 

Lív lívs- og pensiónstrygggingarfelag P/f

 
 

470.329.000

 
 

3

 
 

Bakkafrost Farming P/f

 
 

317.033.000

 
 

4

 
 

Ognarfelag Tryggingartakaranna L/f

 
 

276.831.000

 
 

5

 
 

Betri P/f

 
 

276.830.000

 
 

6

 
 

Havsbrún P/f

 
 

252.471.000

 
 

7

 
 

Bakkafrost Sales P/f

 
 

207.407.000

 
 

8

 
 

BankNordik P/f

 
 

193.356.000

 
 

9

 
 

Varðin P/f

 
 

141.930.000

 
 

10

 
 

Betri Banki P/f

 
 

132.329.000

 
 

11

 
 

Betri Trygging P/f

 
 

114.189.000

 
 

12

 
 

Palli hjá Mariannu P/f

 
 

101.199.000

 
 

13

 
 

Luna P/f

 
 

91.738.000

 
 

14

 
 

Pelagos P/f

 
 

79.822.000

 
 

15

 
 

Í Tungu Sp/f

 
 

79.269.000

 
 

16

 
 

Eystur- og Sandoyartunlar P/f

 
 

78.555.000

 
 

17

 
 

Bakkafrost Processing P/f

 
 

75.073.000

 
 

18

 
 

Varðin Pelagic P/f

 
 

69.196.000

 
 

19

 
 

frá 5. juni 1992 P/f

 
 

68.785.000

 
 

20

 
 

Framherji Sp/f

 
 

68.012.000

 
 

21

 
 

Mowi Faroes P/f

 
 

65.171.000

 
 

22

 
 

Hvalnes P/f

 
 

53.558.000

 
 

23

 
 

Von P/f

 
 

52.003.000

 
 

24

 
 

Krossbrekka P/f

 
 

47.012.000

 
 

25

 
 

Magn P/f

 
 

44.288.000