Bilførarar í høvuðsstaðnum noyðast at hava eitt vakið eyga við rennarum leygardagin, tí tá verður árliga marathon renningin í Havn. Sjálvt rennitiltakið er býtt upp í ymiskar kappingargreinar, og luttakaratalið fer helst upp um tey 250, siga fyrireikararnir.
Føroyskir favorittar
Í mun til undanfarna ár er talið av útlendskum rennarum í kappingini vaksið munandi. Millum teirra er týskarin, Horst Preisler, sum í Føroyum fer at renna sítt marathon nummar 1275. Preisler er 69 ára gamal, og hann er einasti rennarin í heiminum, sum hevur runnið fleiri enn 1000 marathon kappingar.
Hjá kvinnunum er eisini forkunnug útlendsk vitjan, tí her verður danska Britta Houmann Sørensen við. Hon rann herfyri sítt marathon nummar 100, og hóast hon nærkast teimum 60, er væntandi, at hon kann geva teimum føroysku kvinnuligu rennarunum skarpan gang. Britta Sørensen hevur ikki færri enn 23 ferðir verið niðan fyri tríggjar tímar, tá ið hon hevur runnið marathon.
Favorittarnir í rennikappingini leygardagin eru annars føroyingar. Ein av fyrireikarunum av stóra rennitiltakinum, Robert Vilhelmsen, sum sjálvur hevur luttikið í fleiri slíkum kappingum, og sum eisini verður við leygardagin, sigur, at eftir hansara tykki er Cecil Weihe favorittur til at vinna hjá monnunum, meðan Rigmor N. Arge er favorittur hjá kvinnum. Tó sigur Robert, at bæði Hjalti Gunnarstein og møguliga Sigurð Justinussen kunnu hótta Cecil, meðan danski veteranurin, Britta H. Sørensen, møguligani kann skaka Rigmor, sum leingi hevur verið at kalla einaráðandi hjá kvinnuligu føroysku rennarunum.
Stórt fyrireikingararbeiði
At skipa fyri einum slíkum tiltaki sum Atlantic Airways Tórshavn Marathon krevur nógva fyrireiking. Robert Vilhelmsen sigur, at nógv tíð er farin til fyrireiking av kappingini, og ein rúgva av fólki eru við í tiltakinum. Hann sigur, at meðan runnið verður leygardagin, verða ikki færri enn 70 hjálparfólk, sum á ein ella annan hátt fara at hjálpa til. Harafturat koma øll tey fólk, ið eitt nú Reyði Krossur, løgreglan og onnur stilla upp við.
At so nógvir rennarar verða úti á vegnum leygardagin, hevur sjálvsagt eisini sína ávirkan á ferðsluna, og fyri at geva rennarunum best møguligu trygdina verður kollafjarðartunnilin stongdur nakrar tímar leygardagin, meðan runnið verður. - Tað er óðamannaverk at lata fólk renna í tunnlinum, meðan bilar koyra framvið, og tí er avgerð tikin um at stongja tunnilin, sigur Robert Vilhelmsen.
Alt fyrireikingararbeiði í sambandi við sjálvt renniøki er gjørt í neyvum samstarvi við bæði løgreglu, landsverk og kommununa í Havn, soleiðis at trygdin er í hásæti, uttan at hetta darvar ferðsluna ov nógv. Av tí at runnið verður á einum rættuliga stórum geografiskum øki, krevur tað eyka nógv av fyrireikarunum, og samstundis krevur tað eisin fleiri hjálparfólk.
Vaksandi útlendskur áhugi
Sum áðurnevnt tykist áhugin millum útlendingar fyri marathon renningini í Havn verða vaksandi. Útlendska luttakaratalið er vaksið, og Robert Vilhelmsen sigur, at tey, ið varða av kappingini í Havn, støðugt fáa fyrispurningar frá útlendskum liðum, ið ætla sær at luttaka í kappingini eitt av næstu árunum. Hann sigur, væntandi fara útlendingar um ikki so langa tíð at eiga bróðurpartin av luttakarunum í føroysku marathon kappingini.
Eisini føroyameistarakapping
Atlantic Airways Tórshavn Marathon er ikki bert ein vanlig marathon kapping, tí talan er samstundis um føroyameistarakapping í marathon. Her tykist lítil ivi verða um, at Rigmor N. Arge fer at vinna heiðurin hjá kvinnunum, meðan spenningurin hjá monnunum er eitt sindur størri.
Vinnarin av føroysku marathon kappingini hjá bæði kvinnum og monnum fær ein gávukekk frá Atlantic Airways upp á ein ferðaseðil á rutunetinum hjá Atlantsflog. Megnar vinnarin samstundis at seta nýtt met á rutuni, fær hann ella hon ein gávukekk frá Føroya Sparikassa áljóðandi 2500 krónur.
Seinasta freist fríggjadagin
Sum áðurnevnt verður ikki einans runnið marathon. Runnið verður eisini hálvt marathon, umframt tvær stuttleika kappingar, har runnið verður ávíkavist 3 og 5,8 kilometrar. Í sambandi við stóra tiltakið verður eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum í gongugøtuni, meðan kappingin fer fram.
Higartil hava okkurt um 40 fólk boða frá, at tey ætla sær at luttaka í marathon renningini, meðan eini 20 fólk ætla sær at renna hálvt marathon. Um nakar hevur hug at luttaka í rennikappingini, skulu tey siga frá í seinasta lagi fríggjakvøldið í ítróttarhøllini