Í dag er seinasti dagur at seta pengar í nýggja føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum - í hvussu er í hesi syftu. Ætlanin var at fáa einar 10 mill. kr. í partapeningi frá fólki kring alt Føroya land - aftrat teimum 25 mill. , sum virki og feløg longu hava sett í felagið. Men tað hevur gingið eitt sindur striltið at fáa fólk at vísa hesum heilt nýggja og óvanliga tiltakinum í føroyskum vinnulívi nóg stóran ans.
Í gjár høvdu umleið 250 fólk teknað góðar 2 mill. kr. Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur, at teir hava sett sær sum mál, at í hvussu er 3 mill. kr. skulu koma frá fólki í hesum umfarinum. Hann roknar við, at teir fara at røkka hesi upphædd, áðrenn freistin er úti í dag.
Nógv fólk
-Vit eru væl nøgdir við, at eitt so stórt tal av fólki hevur víst hesum tiltakinum áhuga. At upphæddin so er minni enn vit høvdu stílað ímóti, mugu vit so liva við í fyrstu atløgu. Sjálvur haldi eg løgtingsvalið hevur havt ikki ongan týdning fyri áhugan og so er hetta eisini fyrstu ferð, at høvið hevur verið í fríari tekning at seta pengar í slíkt sigur Kjartan Hoydal, sum ikki ivast í, at tiltakið við einum breiðum føroyskum oljufelag er komið fyri at verða og fer eisini at fáa størri og størri undirtøku sohvørt tíðin gongur og vit nærkast eini oljuleiting.
At fólk kanska eru eitt sindur ivingarsom at skula seta lutvíst nógvar pengar í eitt so nýtt tiltak sum eitt oljufelag er kanska heldur ikki so løgið, tí enn veit eingin, hvussu framtíðin fer at síggja út, og um tað í heila tikið finst nøkur olja.
Men gongur ein eftir áhugamálunum og viljanum hjá teimum stóru oljufeløgunum at brúka pengar uppá forkanning og leiting við Føroyar, so ber til at ímynda sær eina framtíð við oljuvinnu og oljuríkidømi við Føroyar.
Nevndarformaðurin í Atlantic Petroleum útihýsir ikki møguleikanum fyri eini nýggjari partabrævatekning seinni. Eitt nú kann hugsast , at áhugin fer at verða størri, tá ein útbjóðing fer í gongd og oljufeløgini fara at bjóða.