250-ára hátíðarhald av Johann Sebastian Bach í Gøtu og Havn

Tíðindaskriv frá Havnarkórinum

 

Hátíðarhaldið av 250-ára degi Johann Sebastian Bach hevur givið afturljóð um allan tann klassiska tónleikaheimin í ár, og nú árið er farið at halla hava føroyingar eisini møguleika at verða við til at hátíðarhalda hetta mæta tónaskaldið.

Um vikuskiftið skipar Havnarkórið fyri tveimum stórfingnum konsertum. Umleið 45 sangarar, 25 tónleikarar og 4 solistar úr Føroyum, Íslandi og Danmark trína pallin og framføra Jólaoratoriumið av Bach. Upprunaliga skrivaði Bach verkið soleiðis, at hvør av teim íalt 6 pørtunum hoyir til og eigur at framførast til ein ávísan dag i jólaføstuni. Í dag er meira vanligt, at ávisir partar verða framførdir á somu konsert. Soleiðis eisini við konsertunum um vikuskiftið har partur I-III og brot úr partið IV og V verða framførdir.

Tað er íslendski kórleiðarin og føroyavinurin Jón Stefánsson, sum fer at stjórna framførslunum. Solistarnir eru Berghild Poulsen, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Þorbjörn Rúnarsson, tenor, BergÞór Pálsson, bass.

Fyrra konsertin verður leygardagin 2. desember kl. 17:00 í Gøtu Kirkju og seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 3. desember kl. 16:00.


Atgongumerkir til seinnu konsertina eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni.