2500 fólk til møtini

Í seinastu viku var hildin árliga missiónsvikan í Meinigheitshúsinum í Havn. Nógv fólk komu saman allar dagarnar

Møtini byrjaðu næstseinasta sunnudag og endaðu sunnudagin bæði stórum familjumøti og møtum aftur um kvøldið.
Vanliga eru nógv fólk til hesi møtini, og í ár var einki undantak í so máta. Mett verður, at íalt hava eini 2.500 fólk verið í Meinigheitshúsinum hesar dagarnar.
Møtini vóru um kvøldarnar, og eftir at høvuðsmøtið var liðugt, vóru fólk boðin út í heimini. Har varð síðani hildið fram við sangi og vitnisburði.
Til hesi møtini í ár var Heri Elttør, trúboðari úr Aulum í Danmark boðin sum høvuðstalari. Hann virkar vanliga sum trúboðari millum føroyingar í Danmark, men var hesa vikuna boðin higar at tala til føroyingar í Føroyum. Hann fór aftur til Danmarkar í gjár.
Hesar missiónsvikurnar halda fram kring alt landið gjøgnum veturin. Í hesi vikuni verða møtini hildin í Kollafirði og í Fuglafirði.