26.000 føroyingar kannaðir

26.000 føroyingar eru nú CTD-kannaðir, og higartil eru 119 tilburðir av sjúkuni staðfestir

Ellivu mánaðir eru farnir, síðani kanningar fyri CTD-sjúkuna vórðu settar í verk. Umleið 26.000 føroyingar eru kannaðir síðani tá, og tað svarar til helmingin av íbúgvatalinum í Føroyum. Talan er um persónar í øllum aldri og kring alt landið, sum hava latið seg kannað, og blóðroyndir eru kannaðar á Screening-Labor í Hannover í Týsklandi.

Higartil eru staðfestir 119 tilburðir av CTD-sjúkuni. Av teimum búgva fleiri í Danmark, og sjey persónar eru deyðir á ungum aldri, sum høvdu sjúkuna CTD.



Kanningar í øðrum londum

Í tíðarskeiðinum er eisini vorðið gjørligt at lata seg kanna fyri CTD í Danmark, Íslandi og Noregi. Harumframt hava fleiri útisetar nýtt høvið at lata seg kanna, tá tey hava vitjað í Føroyum.

Tað er framhaldandi møguleiki at lata seg kanna fyri CTD-sjúku

Til ber at fáa tikið eina blóðroynd á teimum trimum sjúkrahúsunum; á Lækna- og heilsumiðstøðini í Gøtudali og á Heilsumiðstøðini í Vági. Kostnaður fyri kanningina er 100 kr.