26 løgreglufólk hava leygardagin fingið skaða undir stórari mótmælisgongu í bretska høvuðsstaðnum, London.
Hetta veit BBC at siga.
Mótmælisgongan " Unite the Kingdom" varð skipað av høgravenda aktivistinum Tommy Robinson, hvørs veruliga navn er Stephen Yaxley-Lennon.
Hann er kendur fyri bæði at vera anti-muslim og anti-tilflyting.
London Metropolitan Police upplýsir, at mótmælisfólk millum annað kastaðu fløskur og aðrar lutir eftir løgregluni.
Fýra løgreglufólk eru eftir øllum at døma álvarsliga særd.
Upp ímóti 150.000 fólk luttóku í mótmælisgonguni, sum var í miðbýnum í London.
Sambært løgregluni eru 25 fólk handtikin fyri eina røð av ymiskum brotum, sum verða lýst sum fullkomiliga óhóskandi harðskapur.
Løgreglan í London var til staðar við 1000 løgreglumonnum, og 500 løgreglumenn vórðu kallaðir inn frá øðrum deildum - eitt nú úr Leicestershire, Nottinghamshire, Devon og Cornwall.
Varakommisserurin Matt Twist sigur sambært BBC, at løgreglufólkini gjørdu sítt arbeiði uttan ótta, hóast teir vistu, at tað fór at vera ein avbjóðing.
- Tað er eingin ivi um, at nógv komu at nýta sín lógarkravda rætt at mótmæla, men tað vóru nógv, sum komu við tí fyri eyga at fremja harðskap, sigur hann.
/Ritzau/