260 fólk á oljuráðstevnu

Tíðindini um at olja goymir seg í undirgrundini hevur fingið áhugan fyri oljuráðstevnuni hjá Vinnuhúsinum og oljuvinnufelagnum at veksa. 260 fólk vera við hesar tveir dagarnar sum ráðstevnan tekur, har ein eftirmeting verður gjørd, samstundis sum tað verður hugt frameftir

 

 

Oljuráðstevna

 

Tað er ikki fyrr enn klokkan er ellivu á kvøldi, at tað eydnast okkum at fáa nakrar minuttir frá Maluni Johansen, sum hevur samskipa oljuráðstevnuna, Offshore Faroes 2001.

 

Hon greiðir frá, at 260 fólk vera savnaði í Norðurlandahúsinum hesar báðar dagarnar, ið stevnan verður. Tað eru flest føroyingar við á stevnuni, men eisini eru fólk komin úr Stóra Bretlandi, Norra og Danmark.

 

-Vit hava fingið góða hjálp frá oljufeløgunum, sum hava hjálpt okkum m.a. við at finna røðarar, sigur Malan Johansen.

 

Malan Johansen er oljusamskipari hjá Vinnuhúsinum. Hon hevur tikið sær av teimum praktisku viðurskiftunum viðvíkjandi oljuráðstevnuni hesaferð.

 

-Vit hava valt at skipa ráðstevnuna sum eina eftirmeting fyrst og fremst, men vit eisini tann seinna dagin til at hyggja frameftir, sigur Malan Johansen.

 

Eftir hvat skilst so verður tað ein eftirmeting í orðsins rætta týdningi.

 

Men tað verður ikki bert ein ráðstevna við tungan fakpráti, men tað verður eisini pláss fyri at sosialisera eitt sindur. Fólk á stevnuni fáa høvi til at hittast, og hesin parturin ber orð á sær at vera minst líka produktivur sum hin parturin.

 

Tað er Føroya arbeiðsgevarafelag, Vinnuhúsið, sum hevur skipað fyri ráðstevnuni saman við Oljuvinnufelagnum, sum varð stovnað í apríl mánaði í ár.

 

Oljuráðstevna verður týsdagin og mikudagin. Stevnan er ikki opin fyri almenninginum.