27 km suðuryvir

Tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, var øllum framburðssinnaðum greitt, at steðgast kundi ikki á hálvari leið

Tí var Sandoyartunnilin roknaður sum byggistig I av eini suðurleið, sum sjálvandi knýtir, so at siga, alt landið saman.

Tað kemur ikki fram í kjakinum, at við at gera henda tunnil til Sandoynna uppá 10 km, so kann koyrast 27 kilometrar suðuryvir.

Tá Sandoyartunnilin kemur út oman fyri Skopun, so kann haldast fram at koyra 9 km suðuryvir til Sands – ikki nokk við tí. Av Sandi kann haldast fram suðuryvir 8 km (bygdavegur) til Skarvanes og enntá longur suðuryvir, alt eftir hvar man velur at fara niður aftur við byggistigi II við tunnli til Suðuroynna.

So við einum tunli upp á 10 km til Sandoynna skulu leggjast 17 km aftrat við koyring suðuryvir eftir Sandoynni. Samanlagt 27 km.

Við øðrum orðum er man komin hálva leið koyrandi á veg at binda alt útflutnings framleiðandi suðurøki saman, so koyrandi verður úr Sumba til Viðareiðis.

Tross alt ikki so galið allíkavæl.