Tróndur Sigurðsson og Jørgen Niclasen royna Húsareynstunnilin fyri fyrstu ferð

Nakað av mótstøðu var, tá undanfarna samgonga í býráðnum við hjálp frá Jørgeni Niclasen, táverandi landsstýrismanni, setti gongd í størstu íløguna hjá Tórshavnar Kommunu nakrantíð: Nevnliga Húsareynstunnilin og Havnarvegin. Sí hvussu sá út, tá Jørgen og Tróndur royndu tunnilin fyri fyrstu ferð.

Jørgen Niclasen og Tróndur Sigurðsson eru ikki altíð samdir – men eitt hava í øllum førum eitt til felags: Viljan at skapa framburð og at fáa úrslit.

 

Tað er Húsareynstunnilin og Havnavegurin, sum lata upp sunnudagin, eitt gott dømi um.

 

Hetta eru verkætlanir, teir báðir hava trúð upp á og arbeitt hart fyri at fáa til veruleika. Tí ein vegur er ikki bara ein vegur, og ein tunnil er ikki bara ein tunnil. Hetta merkir styttri bíðirøðir, minni ferðsluruðuleiki – og meira tíð saman við okkara kæru. Nakað, sum gagnar okkum øllum. 
Hjartaliga tillukku, øll somul!

 

G.G. Filmsbrotið er klipt soleiðis, at tað kann tykjast, sum Tróndur tosar í telefon, meðan hann koyrir. Tað ger hann ikki. Hann stendur parkeraður, tá hann heldur í telefonini.

 

##med2##

 

Tróndur Sigurðsson og Jørgen Niclasen