27 næmingar í ferðavinnuni sendir til hús

Koronakreppan rakar meint ferðavinnuna. Í dag hevur Gist & Vist sent yvir 300 fólk til hús

Tað starvast tilsamans 327 fólk hjá Gist & Vist samtakinum, sum rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar og sum hevur fleiri matstovur og veitingarstøð í Havn:

Áarstovu, Fútastovu, Barbaru, Ræst, Koks, Mikkelser, Tarv, Skeiva Pakkhús, hvonn, etika, Kioskina hjá Astu, Suppugarðin, Bitan, Silo, No 12, Verkamat, Matpakkin.fo og eta.

Av teimum tilsamans 327 fólkunum eru 27 næmingar: Kokkanæmingar, tænaranæmingar, móttøkunæmingar og eventnæmingar.

Soleiðis er Gist & Vist ein klekingardepil til ta spríandi ferðavinnuna, sum vit hava sæð í Føroyum seinastu árini, og sum nú er so harðliga rakt av koronakreppuni.

– Vit hava í løtuni – talan er um lágárstíð í marsmánaði – 53 fastlønt fólk, 27 næmingar og 247 tímalønt. 30 av teimum eru fulltíðartímalønt. Umframt tey eru nógv fólk, fleiri teirra ungfólk, sum hava leysari tímalønt arbeiði, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.

Sambært ársroknkapinum fyri 2019, sum júst er kunngjørdur, vóru 208 fulltíðarstørv í felagnum í fjør. Lønargjaldingarnar vóru upp á tilsamans 70,6 milliónir krónur. Felagið hevði sítt besa ár í fjør, tá úrslitið gjørdist góðar 13 milliónir krónur.

Í dag hevur Gist & Vist so sent 90 prosent av starvsfólkunum til hús. Um 20 fólk eru eftir til arbeiðis.

– Tey sum eru eftir eru farin niður í tíð og niður í løn. Tað er talan um leiðslu, bókhald, søludeild og onnur. Tey sum eru eftir úti á ymsu støðunum, sum hava opið, passa tað virksemi, sum er har, sigur Johannes Jensen.

Men hóast tað sær svart út, so eru glottar, sigur Johannes Jensen. Tí hóast tað hava verið sera nógvar avlýsingar, so eru eisini nógv, sum hava flutt sínar bíleggingar.

– Tað snýr seg bæði um gistingar, um borðbíleggingar á til dømis Koks, um brúdleyp og ráðstevnur. Fleiri hava avlýst, men samstundis bílagt pláss seinni, og tað eru vit sera fegin um at síggja, sigur Johannes Jensen, sum trýr uppá, at tey tiltøk, sum nú eru og verða sett í verk fara at gera tað, at tey fara at koma burtur úr hesi kreppuni nógv skjótari, enn tey annars høvdu.