27 uppsagnir nýtt fyri fíggjarnevndini

Fíggjarnevndarformaðurin sigur seg undrast á stóra uppsagnartalið, Landssjúkrahúsið meldar út. Undir fíggjarnevndarviðgerðini varð roknað við eini lækkan á 5 starvsfólk

Bjarni Djurholm sær tríggjar orsøkir fyri, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum nú meldar út, at 27 fólk mugu sigast úr starvi.

Ein møguleiki er, at Helena Dam á Neystabø og embætisfólkini í Almanna- og Heilsumálastýrinum hava feilmett tørvin hjá Landssjúkrahúsinum í tí tilfari, ið varð latið trivanaðrnevndini til viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum.

Ein møguleiki er, at Karsten Hansen og embætisfólkini í Fíggjarmálastýrinum ikki hava endurgoldið Landssjúkrahúsinum kompensatiónina á 4,6 prosent fyri vøksturin í lønarútreiðslum, ið eru mettar at vera 6,5 prosent.

Seinasti møguleikin er, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki dugir at raðfesta og stýra útreiðslunum.


Hoyrdu um fimm størv

Bjarni Djurholm vísir á, at sambært tølunum, fíggarnevndin fekk frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, eru 687 størv á Landssjúkrahúsinum. Í fíggjarlógaruppskotinum varð roknað við einari lækkan í starvsfólkatalinum á 5 fólk, soleiðis, at tað eftir eina náttúrliga útskifting vóru 682 starvsfólk eftir á Landssjúkrahúsinum eftir stuttari tíð.

? At neyðugt verður at siga 27 fólkum er fullkomiliga nýtt fyri mær og als ikki í samsvari við tær upplýsingar fíggjarnevndin hevur fingið í málinum. Tølini, ið vóru fyriløgd okkum, eru als ikki í ætt við hasi tølini, sum sjúkrahússtjórin nú meldar út.

Fíggjarnevndarformaður vísir í hesum sambandi á, at fíggjarnevndin bert kann fyrihalda seg til tey tølini og tær upplýsingar, hon hevur fingið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum.

Um tað, sum í løtuni hendir, bert er ein ræðumynd, sum sjúkrahússtjórin hevur sett í gongd, veit Bjarni Djurholm ikki at siga. Hann vísir á, at tíðin má vísa, um tað er sjúkrahúsleiðslan ella myndugleikarnir, ið siga ósatt.


Klaksvíkin hækkað

Í sambandi við óskilið á Landssjúkrahúsinum ynskir Bjarni Djurholm at skoyta uppí, at Klaksvíkar Sjúkrahús í fíggjarlógaruppskotinum fekk lægri játtan í mun til hini sjúkrahúsini.

? Fíggjarnevndin mælti tó tinginum til at hækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta varð gjørt, men talan var um eina játtan á 4,6 prosent, ið samsvarar við tað endurgjaldið, fíggarmálaráðharrin vildi geva fyri lønarhækkanina, sigur Bjarni Djurholm og vísir á, at munurin millum tey 6,5 proentini, hækkanin kostar sjúkrahúsunum og tey 4,6 prosentini, ið verða endurgoldin.


Tolir ikki heitið

Hvat galið er í málinum um Landssjúkrahúsið, dugir Bjarni Djurholm ikki at meta um, men hann sigur seg vera noyddan at staðfesta, at sjúkrahúsið ikki longur tolir at bera sítt heiti.

? Sjúkrahúsið er í so vánaligum standi og hevur so stóran tørv á tólum, at tað skal nógv til, áðrenn tað kann dagførast, so tað aftur tolir heitið Landssjúkrahús, sigur hann.

Í sama sambandi vísir hann á, at sjúkrahúsið afturat játtanini fyri í ár, eisini hevur fingið eina játtan til medicoteknisk tól, harímillum fýra milliónir til røntgen.

Umframt tað við medicoteknisku tólunum, hevur fíggjarnevndin einki fingið at vita um nakran vanda á Landssjúkrahúsinum í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini.