28 hitastig í Íslandi

Tað hevur verið óvanliga lýtt í Íslandi í summar, og í gjár fóru hitamátararnir so langt upp summastaðni á Eysturlandinum, at talan var um nýtt hitamet.

Veðurstovan í Reykjavík sigur við Morgunblaðið, at á Eskifirði, Neskaupstaði og á Fonti á Langanesi vórðu nýttj hitamet staðfest. Mesti hiti var á Eskifirði, har hitamátararnir komu upp á 28,0 stig, og á Neskaupstaði komu teir upp á 27,9 stig.

Í gjár var tann 14. dagurin á rað, at hitin hevur verið oman fyri 20 stig í Íslandi. Tað gamla metið er 15 dagar, og á veðurstovuni siga tey nógv benda á, at dagurin í dag verður tann 15., og at nýtt met verður sett í morgin.