28 ár síðani HB vann FM í Klaksvík

HB venjarin eigur uppskriftina, sum ber við sær, at HB longu í fimti síðsta umfari fer at tryggja sær meistaraheitið

Vit skulu arbeiða hart og vísa sama hugburð og avrik, sum vit hava víst nógvu tær seinastu ferðirnar, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson, nú HB riggar til at fara til Klaksvíkar. Tað er møguleiki fyri, at HB verður meistari, tá ið Petur Reinert fyri síðstu ferð fer at bríksla í Klaksvík seinnapartin.

 

Um tað eydnast at vinna eitt stig ímóti KÍ ídag, so verður HB meistari fyri 23. ferð. HB hevur fleiri ferðir tryggjað sær FM heitið í Klaksvík. Seinast, at tað eydnaðist, var í 1990 ella fyri 28 árum síðani. Tá var tað Jógvan Norðbúð, sáli, sum var venjari hjá HB.

Heimir Guðjónsson leggur trýstið á KÍ og rósar spælarunum og venjaranum hjá KÍ, sum bara hava vunnið eitt stig tilsaman í trimum teimum síðstu dystunum, men hann ásannar, at møguleikin er stórur:

-Vit arbeiddu væl og nógv ímóti NSÍ, og tað bar sigurin við sær. Síðstu løtuna vísti tað seg, at mótstøðumenninir vóru móðari enn vit. Okkum hevði dámað best, um tað eydnaðist at tryggja okkum FM í Klaksvík í dag, og tað fara vit at leggja nógv fyri at røkka, sigur HB venjarin.

Allir HB spælararnir, sum hava verið á liðnum seinastu nógvu umførini, eru tøkir ídag.

 

Í Klaksvík er fótbóltslagið ikki heilt so gott, sum tað var fyrr í summar, tá ið tað í heimadystinum ímóti HB á Summarfestivalinum var oddasessurin, sum stóð upp á spæl. Nú er dagsskráin hjá KÍ at varðveita møguleikan næsta summar at spæla í Europa.

Í hesi vikuni hava Ronni Møller-Iversen og Pedrag Pocuca biðið farvæl í Klaksvík. Ímóti Skála var Kristoffur Jakobsen fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu. Hann var á vøllinum í 68 minuttir. Hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu í dag, tí hann spældi allan dystin í fyrstu deild í gjár á tamb.

-Vit spældu væl á Skála, men vit megnaðu ikki at skjóta mál. Um vit skulu fáa meiri burturúr ímóti HB, so mugu vit taka av, tá ið vit spæla okkum til møguleikar, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.

 

Tað verður roknað við nógvum HB viðhaldsfólkum í Klaksvík ídag. Tað verður skipað fyri bussferð norður, og nógv bilferðsla verður undir Leirvíksfirði, tá ið klokkan fer at nærkast trý seinnapartin.

Eingin ivi er um, at HB í ár fer at tryggja sær FM heitið á útivølli. Um tað ikki verður í Klaksvík seinnapartin ídag, so verður tað í Hólmanum á Eiði um eina viku ella á Skála um tvær vikur. Í tveimum teimum síðstu umførunum fer HB at spæla í Gundadali. Í næstsíðsta umfari verður tað ímóti B36, sum eigur heimavøllin, og í síðsta umfari verður Víkingur gestur, tá ið FM steyp og gullkrónur fara at verða handaðar Heimi Guðjónsson, spælarunum og øllum hinum í HB hópinum.