28 snellubátar avreiddu í Sørvági í gjár

Í gjár tók Landingarmiðstøðin í Sørvági ímóti 11.000 pundum av útróðarfiski

Tað vóru 28 bátar, sum avreiddu, teir flestu úr Vágum, men eisini fleiri av Sandoynni. Mikudagin avreiddu 15 bátar til Landingarmiðstøðina, teir høvdu tilsamans um 7000 pund. Veðrið hevur verið gott hesa vikuna, streymurin er harður, men fer nú at batna. ?Í morgun fóru fleiri bátar aftur til útróðrar, hann lotar av suðri - 8m/sek., hann verður helst sunnan í ættini til mikudagin í komandi viku, men tað verður ikki nógvur vindur, vindferðin fer at liggja um 10 m/sek. allar dagarnar.